Landsstýrið er til reiðar at bjarga Atlantsflogi

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vissar um, a Atlantsflog fer ongan veg

Landsstýrið er til reiðar at bjarga Atlantsflog

 – Atlantsflog fer ongan veg. Tað vissar Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Flogvinnan er serstakliga hart rakt og tað er Atlantsflog eisini. Avleiðingin er, at Atlantsflog hevur sagt næstan 100 fólkum úr starvi, bæði flogskiparar og flogternur í hópatali, umframt onnur starvsfólk.

Og røddir hava eisini verið frammi um hetta kann verða endin á føroyska flogfelagnum – eisini tí at SAS, sum eisini flýgur upp á Føroyar, hevur fingið eina munandi, almenna fíggjarliga innspræning.

Men Jørgen Niclasen vissar um, at Atlantsflog skal varðveitast og stendur um lív, verður politiska skipan til reiðar at hjálpa, tí tað er ein lívæðr út í heimin.

Gjaldførið hjá Atlantsflogi er gott, men felagið bløðir illa og fer tað at sansa at, skulu vit vera klár, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at í løtuni eru 150 fólk eftir í starvi – men í roynd og veru er ikki brúk fyri meiri enn 30 fólkum til ta sindri av flúgving, sum nú er.

Annars er eitt uppskot í Løgtinginum um at gera eina serliga skipan fyri Atlantsflog, sum minnir um skipanina, sum er galdandi fyri farmaskip og Norrønu, og sum ger, at tey sleppa munandi lættari í skatti fyri tann partin av starvsfólkunum, sum eru umborð á sjálvum flogførunum.

Jørgen Niclasen sigur, at hann hevði vónað, at Løgtingið hevði gjørt skjótari av í hesum máli, tí tað hevði styrkt væl um kappingarførið hjá Atlantsflogi. Tí heitir hann á Løgtingið um at avgreiða hetta málið sum skjótast, tí tað hevði gjørt framtíðini hjá Atlantsflogi munandi lættari.

Summi í andstøðuni halda, at landsstýrið hevur borið alt ov seint at í hesum føri, tí Atlantsflog hevur ein heilt serligan týdning fyri føroyska samfelagið.

Jørgen Niclasen sigur, at væntandi fer Atlantsflog at koma fyri seg aftur. Flogfeløg runt umkring í Evropa vænta í besta føri, at hesa næstu tíðina verður flogferðslan 75 prosent av tí, tað er nú.