Landsstýrið má arbeiða nógv skjótari

Starvið hjá 700 fólkum er í vanda fyritøkur bløða út og tí má landsstýrið til verka – og tað má vera nú

 

Tað koma at mangla einar 800 milliónir í hjá ferðavinnuni kring landið í ár, og tí krevst at landsstýrið ger nakað beinanvegin.

Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

– Í fyrstuni var koronakreppan ein heilsukreppa, og tá vóru vit øll í sama báti. Bátarnir lógu lið um lið við tryggari frástøðu, og vit stuðlaðu hvørjum ørðum, sigur hon so poetiskt.

Men nú er líkt til, at heilsukreppan í fyrsta umfari er av, og nú eru tað nakrir bátar, ið eru eru farnir at fyllast við sjógvi og eru komnir í svárastu neyð.

Her hugsar hon um øll tey mongu, sum starvast í ferða- og tænastuvinnuni, og sum hava tað ómetaliga trupult í løtuni.

– Dagliga eru tey vitni til, at teirra lívsverk gongur til grundar, og meðan tey, sum just vóru farin at spíra, fingu eitt høgg.

– Dagliga tosi eg við hesi fólk í vinnuni, og tað er alt annað enn hugaligt at hoyra tey greiða frá, sigur borgarstjórin.

Hon heldur, at arbeiðsloysið í tænastu- og ferðavinnuni er nógv størri enn mong geva sær far um.

– Vit tosa um í minsta lagi um eini 700 fólk, sum verða beinleiðis rakt av koronakreppuni. Inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum av altjóða ferðavinnuni liggur á umleið 800 milliónir, og innanlands eru tær eitt sindur lægri.

– Nú ongi ferðafólk koma til landið í ár, og ferðavinnan mestsum er avlýst fyri 2020, gerst skyldan tað størri.

– Hóast ferðavinnan er um alt landið, rakar kreppan í ferða- og tænastuvinnuni høvðusstaðin, og tey smáu ferðamálini kring landið, harðast.

– Hóast kommunurnar gera tað, tær eru mentar at stuðla vinnulívinum og halda gongd í búskapinum, hava tær ikki heimild til at stuðla vinnulívinum fíggjarliga.

– Tað sær út til at draga út við einum hjálparpakka 3, ella í minsta lagi eini loysn á akkurát hesum økinum.

– Eg haldi, at landsstýrið eigur at arbeiða nógv skjótari og beinanvegin at koma við nøkrum greiðum boðum uppá, hvussu vit tálma kreppuni.

– Tað stutta av tí langa er, at vit vanta 800 miljónir í ár í hesi vinnu, og tí krevst, at landsstýrið handlar beinanvegin, sigur Annika Olsen.