Landsstýrið umhugsar at draga ST upp í samráðingarnar

Danska stjórnin heldur fast um, at skiftistíðin ikki verður longri enn fýra ár. Landsstýrið metir hetta sum brot á avtlauna frá 1998 og umhugsar at draga ST upp í samráðingarnar

John Johannessen

úr Keypmannahavn


Landsstýrið og danska stjórnin eru ikki vorðin samd um eina búskaparliga skiftisskipan.

Hetta er greitt nú triðja umfar av samráðingunum um føroyskt fullveldi eru lidnar í danska forsætismálaráðnum.

Danski forsætisráðharrin segði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at danska stjórnin hevur prógv fyri, at ein skiftistíð á fýra ár er nøktandi fyri føroyska búskapin.

Poul Nyrup Rasmussen segði, at sjálvt um stjórnin steðgar blokkstuðulin í morgin, eru føroyingar væl fyri búskaparliga. Hann segði, at um blokkurin steðgar alt fyri eitt koma Føroyar at vera á sama støði sum til dømis Skotland.

Danski forsætisráðharrin ger púra greitt, at hann ikki vil samráðast víðari um skiftistíðina.

Hetta metir landsstýrið púra greitt vera brot á avtlauna, landsstýrið og danska stjórnin gjørdu í juni 1998, har stjórnin bant seg til at samráðast eina stigvísa avtøku av blokkstuðilinum, ið tryggjar føroyska búskapinum.

Men danski forsætisráðharrin vísir á, at føroyki búskapurin er tryggjaður, og tí hevur hann ikki samvitsku fyri donsku veljarunum til at samráðast um eina skiftistíð.

Hetta hevur nú fingið øði í landsstýrið, ið nú vil hava triðja part upp í samráðingarnar. Hesin triði parturin verður møguliga ST.ngurólvi undan fyrsta FM róðrinum, men ta ferðina kiksaðu havnargenturnar.

Í kappingini millum 6-mannafør við monnum verður talan um innahýsis kapping í Sundalagnum. Hvessingur vann í Klaksvík, men hann fekk sera stóra mótstøðu frá Hósvíkingi, og eisini kollfirðingur vísti, at hann var væl við. Hesir tríggir bátarnir fara at liggja í miðjuni, tá startskotið í dag gongur av.

Vágagentur vóru nógv tær stinnastu í Klaksvík. Aftur í dag luttaka seytjan gentubátar. Frúgvin úr Miðvági liggur í miðjuni. Undir aðrar liðini fer hon at hava Beintu úr Miðvági, og undir hinari liðini fer Ørnin úr Sandavági at liggja.

Nýggja Tjaldrið vann sera sannførandi dreingjaróðurin í Klaksvík. Sum vit nevndu omanfyri, so hava onkrir av manningini verið eitt sindur sjúkir í hesi vikuni, men teir vera ivaleyst stinnir í dag, tá teir fara at gera eina nýggja roynd at verja heiðurin hjá róðrarfelagnum NSÍ. Størstu kappingina fara teir at fáa frá FM vinnaranum frá í gjør, Havfrúnni úr Vestmanna, og á Norðoyarstevnu vísti Kollur úr Kollafirði, at teir ætla sær at verða uppií, har tað gongur fyri seg.

Startdómarar í dag eru Kristian Martin Joensen og Martin Berg meðan Trúgvi Johansen er høvuðsdómari.