Landsstýrismaðurin hitti 100 sendifólk

Á fundi saman við grønlendska starvsfelaga sínum kunnaði Poul Michelsen 100 donsk sendifólk í keypmannahavn um Føroyar

Virksemið á uttanríkisøkinum er vaksið seinastu árini og í gjár hitti føroyski landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Poul Micheæsen, 100 útlendsk sendifólk í Keypmannahavn.

 

Hetta hendi á Norðuratlantsbryggjuni.

 

Saman við føroyska landsstýrismanninum var, Vivian Motzfeldt, grønlendskur uttanríkisráðharri  vertur fyri móttøkuni. Endamálið var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum.

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, kunnaði um føroysku alivinnuna, sum stendur fyri helvtini av samlaða útflutninginum úr Føroyum. Hann kom millum annað inn á dygdina á føroyskum laksi, sum er eftirspurdur um allan heim.

 

”At donsku sendifólkini eru væl kunnað um Føroyar, eru avgerandi fyri felags fatanina um, at har vit ikki hava sendistovur, eru tørvur á góðum samstarvi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri millum annað at vinna Føroyum kappingarførar treytir í teimum londum, har vit ikki sjálvi ikki eru umboðað,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

 

Í gjár hitti landstýrismaðurin eisini danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað tørvin á at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari uttanríkispolitiskar heimildir og Poul Michelsen greiddi eisini frá tørvinum hjá Føroyar at fáa betri inn í trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.

 

Í dag hevur landsstýrismaðurin við uttanríkismálum hitt amerikansku sendikvinnuna í Keypmannahavn, sum er á Føroya-vitjan, og í kvøld eta tey døgverða saman.