Landsstýrið fer at viðgera verkfallið í dag

Enn er ikki greitt um Landsstýrið fer at biðja Løgtingið samtykkja at skerja verkfallið hjá pedagogunum

Enn er óvist um politiski myndugleikin fer at leggja seg út í verkfallið hjá pedagogunum. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, sigur í morgun, at landsstýrið fer at umrøða málið í dag. Orsøkin til, at landsstýrið umrøður spurningin um at leggja upp í verkfallið, hóast tað bara hevur vart í tveir dagar, er, at Almannaverkið rópar neyðarróp.

 

Stovnar undir Almannaverkinum eru eisini hart raktir av verkfallinum, tí eisini pedagogarnir har eru í verkfalli. Ein avleiðing av tí er, at nøkur búfólk hava verið noydd at fara heimanífrá til avvarðandi at búgva, men annars fáa fólk ikki tann stuðul, tey hava tørv á.

 

Stjórin í Almannaverkinum segði í gjár, at hjá nøkrum er lív og heilsa sett í váða. Hann hevur boðað Pedagogfelagnum frá, at fyri at kunnu veita eina forsvarliga tænastu, høvdu tey brúk fyri at fáa 139 fólk til arbeiðis, men tey fingu bara 16, so støðan er ring.

 

Helgi Abrahamsen sigur, at hendan støðan ger, at málið um at leggja upp í verkfallið verður umrøddur longu nú, hóast hetta bara er annar dagurin, verkfallið er. Hann sigur, at honum vitandi tekur samgongan undir við tí.

 

Hann leggur dent á, at endamálið er ikki at gera enda á verkfallinum, men endamálið er at geva Almannaverkinum tey undantøk, tað er neyðugt at fáa fyri at tryggja lív og heilsu. Tað merkir, at Almannaverkið skal fáa heimild til at kalla pedagogar til arbeiðis. Men fyri at tryggja, at støðan ikki verður misbrúkt, skal Pedagogfelagið fáa heimild til at kæra málið til eina nevnd, har Almannaverkið og Pedagogfelagið, fáa hvør sítt umboð, saman við einum óheftum formanni.

 

Helgi Abrahamsen ásannar, at støðan er ring, tí tey vilja helst ikki leggja seg út í eitt verkfall, og hann ásannar, at hetta trekkir nakrar tenn úr Pedagogfelagnum. Men hinvegin heldur hann, at Almannaverkið er ov hart rakt. Men tað merkir, at leggur Løgtingið upp í, verður tað ikki fyri at gera enda á verkfallinum, ella fyri at áseta eina løn, men einans fyri at geva Almannaverkinum tey undantøk, sum krevjast, og annars heldur verkfallið fram.