Landsstýrismaður klárur at leggja upp í verkfallið

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, er klárur at fara í Løgtingið við uppskoti um at fáa pedagogar í Almannaverkinum til arbeiðis aftur.

– Vit ætla ikki at leggja okkum upp í ósemjuna um sáttmálan, men vit vilja bara tryggja, at verkfallið ikki rakar Almannaverkið, har tað kann standa um lív.

 

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, við útvarpið í kvøld.

 

Tað merkir, at tingfólk mugu bróta summafrítíðina av og fara til arbeiðis fyri at lóggeva ávísar pedagogar aftur til arbeiðis.

 

Men tað tekur nakrar dagar at fáa eitt slíkt lógaruppskot ígjøgnum tingið. Tað skal hava tríggjar viðgerðir við tveimum døgum ímillum hvørja. Fyri at kunna víkja frá tíðarfreistini krevjast 21 atkvøður í Løgtinginum, og samgongan hevur bara 17 og kanska tað hjá Sjálvstýrisflokkinum eisini í sínum parti.

 

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka valla undir við at trýsta slíka lóg ígjøgnum Løgtingið.

 

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, segði við útvarpið, at ein slík uppílegging hjá Løgtinginum bara fer at leingja um verkfallið.