Landsverk ávarar bilførarar í morgun

Akkurát nú er tað neyðugt at vísa eitt heilt serligt varsemi, sigur Landsverk

Tað hevur verið rættiliga nógvur kavi fleiri staðni í landinum, men nú er blot komið í. Landsverk sigur, at tískil er vandi fyri áarlopum og skriðulopum um alt landið. Tað hava longu verið stórir trupulleikar og nógvir vegir hava verið stongdir.

 

Tað var longu beint eftir midnátt, at tey fyrsu boðini um trupulleikar komu, sigur løgreglan. Landsvegurin í Kollfjarðadali, ímillum Effo og Leynatunnilin, hevur verið stongdur tað mesta av náttini tí tað leyp á hann. Sostatt varð alt vesturøkið avbyrgt og tað varð ikki koyrandi aftur fyrr enn tíðliga í morgun..

 

Í nátt varð Elduvíkarvegurin stongdur vegna áarlop og tað sama var landsvegurin ímillum Effo og Strendur. Einasta bygd, sum er avbrygd nú klokkan 10 í morgun, er Selatrað, tí har er ikki koyrandi.

 

Samstundis er eisini heilt nógvur vindur fleiri staðni, so, samanumtikið, heitir Landsverk á bilførarar um at ansa serliga væl eftir í morgun.