Landsverk skal bjóða nógv fleiri arbeiði út

- Eisini heilt smá arbeiði skulu bjóðast út til privat at gera - men ikki kavaruddingin

Landsverk skal bjóða nógv fleiri arbeiði út til privatar fyritøkur at gera.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samfersðlumálum.

 

Í Vinnuhúsinum hava tey fleiri mælt til at alment virksemi verður útveitt til privat at røkja, og ikki minst hava tey hildið, at tað hevði verið sjálvsagt at ymiskt virksemi hjá Landsverki varð útveitt.

 

Og Henrik Old er als ikki ósamdur.

Hann vísir á, at tað almenna hevur ein útboðsportal, men hann heldur, at hann verður alt ov lítið brúktur.

 

Hann vísir eisini á, at eftir reglunum er tað ikki at eitt krav, at arbeiði, sum kosta minni enn 800.000, skulu bjóðast út á útboðsportalinum.

 

Henrik Old heldur, at hetta markið er alt ov høgt sett og tí skal tað lækkast munandi, ella kanska heilt takast av. Og tað er ein spurningur, hann nú fer at taka upp í samgonguni við tí fyri eyga at fáa markið lækkað sum skjótast, helst niður í at kalla onki.

 

Annars ger Landsverk nokk so fitt við at bjóða arbeiði út, men Henrik Old heldur, at tað eigur at verða nógv meir, sum verður bjóðað út. Hjá honum er tað sjálvsagt, at alskyns arbeiði hjá Landsverki verða bjóða út á útboðsportalinum til privatar fyritøkur at gera, eisini smáarbeiði upp á nakrar tíggjutúsundtals krónur.

 

- Hjá nógvum smærri fyritøkum kring landið kann tað fáa alstóran týdning at fáa arbeiði upp á einar 70.000 - 80.000 krónur, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Tað kann verða avgerðandi fyri at halda lív í smærri fyritøkum, leggur hann afturat.

 

Tí heldur hann, at tað er sjálvsagt, at arbeiði at mála almennar bygningar, ella at gera aðrar ábøtur, verða bjóðað út á útboðsportalinum, har privatir handverkarar, og aðrir arbeiðstakarar kring landið, so kunnu fáa høvi at bjóða upp á tey.

 

Og tað skal skipast soleiðis, at arbeiði verða bjóðað út í góðari tíð, soleiðis, at privatir arbeiðstakarar kunnu leggja virksemið til rættis, alt eftir, hvat rørist hjá Landsverki.

 

Henrik Old sigur, at tað saman skal gera seg galdandi, tá ið Landsverk hevur brúk fyri sjálvur at keypa vørur og tænastur. Eisini tá skulu smærri uppgávur bjóðast út til privatar leverandørar at kappast um

 

Landsverk hevur áður ført fram, at tað loysir seg ikki at bjóða smáarbeiði út, tí at tað kostar meiri at gera útbjóðingartilfari enn tað kostar hjá Landsverki at gera arbeiði sjálvir.

 

Tað trýr Henrik Old ikki rættiliga upp á, í hvussu so er ikki í nógvum førum, tí hann heldur, at mark skal vera fyri, hvussu umfatandi tað kann verða at bjóða arbeiðið at mála eini hús, ella at gera aðrar umvælingar, út.

 

Hinvegin sær hann ikki nógv skil í at bjóða kavaruddingina út.

 

- Kavarudding er ein serlig uppgáva, sum krevur at nógv fólk. Og tað krevur, at nógvar maskinur eru til reiðar at fara til verka eftir eini lítlari løtu. Tað krevjast stórar goymslur av salti, og tað er eisini ein uppgáva, sum eisini krevur, at arbeitt verður nógva staðni ísenn, tí tá ið fólk skulu av húsum tíðliga á morgni, skal verða klár tat koyra.

 

- Tað kemur eisini fyri, at Landsverk flytir kavaruddingarmaskinur ímillum ymisk pláss í landinum, alt eftir, hvussu tørvurin er. Tí ivist eg í, um tað er rætt at liða tað arbeiði sundur ímillum fleiri arbeiðstakarar, tí kavarudding er ein uppgáva, sum rætt og slætt SKAL røkjast til fulnar.