Langur leygardagur á Tórsvølli

Sebastian Pingel misnýtti í síðstu sekundunum risastóran møguleika at skora sigursmálið

Tað eru 90+3 minuttir farnir á Tórsvølli, og nú hevur Eiler Rasmussen bríkslað fyri síðstu ferð í hesum umfarinum.

 

Um fimm minuttir verður farið undir longda leiktíð, og støðan er 1-1 ella soleiðis, sum hon var, tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki.

 

Tá ið klokkan fór um 90 minuttir, var Sebastian Pingel eftir framlegging úr høgru púra leysur við handara stólpa, men tríggjar minuttir úr málinum stýrdi hann bóltin skeivu megin málstólpan.

 

Síðstu løtuna hevur B36 verið oftari í NSÍ brotsteiginum, og tað hevur meiri ligið B36 sigursmál í luftini, men NSÍ hevur eisini verið framvið, og tað ber boð um, at tað er púra opið, nú teir fyrireika seg til tvær ferðir eitt korter í longdari leiktíð.

 

NSÍ - B36 1-1 (1-1) riggað verður til longda leiktíð

 

1-0: Aron Knudsen

 

1-1: Andrass Johansen

 

Dómari: Eiler Rasmussen

 

NSÍ: Karstin Hansen (Tórður Thomsen, 120.) – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Pætur Hentze, Jacob Trenskow (Búi Egilsson, 114.), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (Tróndur Jensen, 67.), Pætur Turiðarson Skipanes (Mikkel Elbæk Jakobsen, 89.) – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Mórits Heini Mortensen, Klæmint A. Olsen, Búi Egilsson

 

B36: Hans Jørgensen – Benjamin Heinesen, Bjarni Petersen, Lukas Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (Martin Agnarsson, 97.), Mathias Thrane – Hannes Agnarsson (Andreas Thomsen, 120.), Andrass Johansen (Ragnar Samuelsen, 77.), Bj­­­­arki C. Nielsen – Sebastian Pingel (Hákun Edmundsson, 109.)

 

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen