Larry King er deyður

Kendi amerikanski sjónvarpsverturin Larry King er deyður

Amerikanski tiðindamaðurin og sjónvarpsverturin Larry King er deyður 87 ára gamal. Tað skriva útlendskir miðlar í dag.

Enn er ikki greitt, hví Larry King er deyður, men stutt eftir nýggjár bleiv hann raktur av korona og innlagdur á sjúkrahús í Los Angeles.

Sambært CNN var Larry King longu frammanundan sjúkur við bæði lungakrabba og typu 2 diabetes.