Lars Olsen longu sett liðið

Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, hevur longu gjørt av, hvørjir fara at byrja inni í venjingardystinum hjá Føroyum í kvøld ímóti Íslandi, sum verður spældur á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í kvøld klokkan 20.45, føroyska tíð.

 

Í málinum byrjar Jákup Mikkelsen, og framman fyri seg í verjuni hevur hann Jónas Þór Næs, Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og Pól Jóhannus Justinussen, á miðvøllinum verða Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson, sum hava Christian Lamhauge Holst eitt sindur framman fyri seg, og í fremstu ketuni verða Daniel Udsen í høgru, Símun Samuelsen í vinstru og Jóan Símun Edmundsson heilt har frammi.

 

– So fara vit sjálvandi at gera onkrar útskiftingar undir dystinum, men eg veit ikki, hvussu nógvar, vit gera. Vit hava eina avtalu um seks, men eg tori ikki at siga, at vit brúka allar, sigur Lars Olsen.

 

Teir, ið sostatt kunnu koma inn, eru málverjarnir Kristian Joensen og Gunnar Nielsen, verjuspælararnir Rene S. Joensen og Jóhan Troest Davidsen, miðvallarspælararnir Bogi Løkin og Pætur Dam Jacobsen, og álopsspælararnir Hjalgrím Elttør og Finnur Justinussen.