Føroyar-Týskland: Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Lars Olsen hevði tíðindafund fyri løtu síðani.
Lars Olsen harmast um, at føroyska liðið fekk nakrar grovar dómaraavgerðir ímóti sær á útivølli í Kasakstan, men hann fegnast samstundis um, at liðið fær møguleikan aftur í annaðkvøld.
Spurdur um hann siktar eftir einum heiðurligum tapi, svarar Lars Olsen, at hann vil hava stig á kontuna.
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Lars Olsen, sum Tróndur Arge gjørdi á Rás2 fyri løtu síðani.