Lasse Svan gevst við hondbólti næsta summar

Danski hondbóltsspælarin, Lasse Svar, gevst sum virkin hondbóltsspælari næsta summar. Hesum boðar felag hansara, Flensburg-Handewitt, frá á heimasíðuni.

38 ára gamli Lasse Svan gevst sum virkin hondbóltsspælari í summar. - Foto: Susana Vera/Reuters

At Lasse Svan gevst kann geva føroyska Jóhan á Plógv Hansen fast pláss á danska landsliðnum.

 

Tá danska hondbóltslandsliðið spældi í OL í summar, var Lasse Svan við sum fysta val á høgra veingi. Hans Lindberg, sum eisini plagar at spæla á høgra veingi, var ikki tikin út, men tað var Jóhan á Plógv.

 

Tí er okkurt sum bendir á, at Jóhan á Plógv Hansen nú er eitt gott boð upp á fyrsta val til plássið sum høgri vongur á danska manshondbóltslandsliðnum.

 

Jóhan á Plógv Hansen er 27 ára gamal. Hans Lindberg er 40 ár, og Lasse Svan er 38 ára gamal.

 

 

 

 

 

38 ára gamli Lasse Svan gevst sum virkin hondbóltsspælari í summar. - Foto: Susana Vera/Reuters