Soleiðis sigur Almenna og Heilsurøktarafelagið í opnum skrivi til Rósu Samuelsen. Tey krevja, at starvsfólkini á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi at fáa greitt at vita, um ætlaðu sparingarnar verða framdar. -Almanna- og heilsurøktarafelagið vil hervið gera vart við, at vit stuðla starvsfólkunum í kravinum um at fáa greið boð viðvíkjandi sparingunum.
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim er ein væl rikin stovnur, ið bert hevur faklærd fólk í røktini. At rópa upp um sparingar í fjølmiðlunum í juli mánaði, fyri síðan einki stig at hava tikið, er óvanliga óprofessionelt, sigur Almenna og Heilsurøktarafelag í dag.
Felagið sigur, at tá ið sparingar verða framdar og ætlanir eru um at siga fólki upp, eiga heilt serligar ásetingar at fylgjast.
Hesar ásetingar standa í fyrisitingarlógini, starvsmannalógini og starvsfólkapolitikki landsins.
-Avleiðingin av at handfara álvarsmál sum sparingar og uppsagnir so óprofessionelt er, at tú skapar ótryggleika á stovninum. Ótryggleikin ger starvfólkini strongd, og harvið fáa tey minni burtur úr arbeiðsdegnum. Summi gerast enntá sjúk at tí, sigur felagið.
Nevndin í Almanna- og heilsurøktarafelagnum mælir til, at Rósa Samuelsen letur stovnsleiðarar og onnur fakfólk í Suðuroy gera av, hvussu tey komandi árið tillaga og skipa eldraøkið og virksemið í oynni, nú ið nýggja ellis- og røktarheimið í Vági skjótt verður liðugt.
-So fær Rósa uttan iva nøgd og ágrýtin starvsfólk, og kann vísa á ein rakstur í Suðuroynni í 2012, ið svarar seg, sigur felagið.