Lat Hotell Hilton fáa frið!

Politikarar og vinnulívsfólk tykjast rímiliga samd um, at Atlantic má ikki eiga Hotel Hilton. Tey 40% sum Atlantic eigur skal seljast, siga tey.

 

Grundgevingina sigst vera prinsipiell. Fyrst og fremst tí at almenni ognarluturin hjá Hotel Hilton skal vera so kappingaravlagandi.

 

So far so good!

 

Harumframt segði løgmaður - havi ikki hoyrt nakran politikkara mótmælt -, at tað eru føroyingar og føroysk feløg, sum skulu keypa Hilton. Ikki útlendingar! Tað er kanska tað frægasta, sum er sagt um hetta málið. Men um so verður, so er skarin av keyparum altso avmarkaður.

 

Og ikki nokk við, at tað skal verða føroyskur keypari.  Um tað er nakar logikkur aftanfyri at selja við tí grundgeving, at tað almenna ikki má eiga hotell, so má kravið væl verða, at hesin nýggi keyparin skal verða reint privatur.

 

Tvs, at nýggi keyparin má ikki verða stuðlaður av tí almenna.

 

Uha, nú er skarin enn minni!

 

Kann ein stórreiðari, sum er stuðlaður av tí almenna, og sum hevur fingið ogn Føroya Fólks fyri lítið og lætt, keypa?

 

Kann Smyril Line, sum er sanerað og stuðlað av tí almenna fyri fleiri hundrað milliónir, keypa?

 

Um ein privatur, sum er stuðlaður við almennari hjálp keypir hotellið framman fyri nøsina hjá teimum, sum ikki eru stuðlaði. Hvør er tá logikkurin við at tvinga Atlantic út. Og hvør forðar nú fyri, at tað ikki er kappingaravlagandi.

 

Tað er onki hotell og heldur ongin matstova farin av knóranum síðani Hotel Hilton kom.  Matstovuvinnan hevur havt avbjóðingar í seinastuni orsakað av korona. Ikki orsaka av Hotel Hilton. Hotell Hilton hevur hinvegin drigið nógv ferðafólk til landið. Ferðafólk við pengum. Nógvum pengum! Hesi eru við til at halda lív í matstovuvinnuni kring landið. Og tað sær út til, at talið av ferðafólkum til landið fer at fleirfaldast komandi tíðina.

 

Vælsignaneigi tykkum á ovastu rók, latið tað sum riggar fáa frið. Har sita nakrir enthusiastar í leiðslu og nevnd, sum royna at fáa hotellið at bera seg. Og tað ber seg.

 

Lat tey fáa frið at brúka orkuna upp á tað.

 

 

 

Annita á Fríðriksmørk