Lat vindeygað upp og lova myrkrinum út

- Eg fungeri ikki uttan tónleik. Tað fyrsta, eg geri, tá eg vakni, og tað síðsta, eg geri, áðrenn eg leggi meg at sova, er at lurta eftir tónleiki. Fyri nøkrum árum síðani vildi eg sagt, at tónleikur var alt. Men tað er hann jú ikki alíkavæl. Tí hevði eg ikki havt damuna hjá mær, tá eg var longst niðri, hvat so? Hetta sigur 26 ára gamli Mikkjal Gaard Hansen, oddamaður í hardcore metall bólkinum, Sic, um 10 ára longu og hørðu prosessina hjá sær sum tónleikari og sum ikon fyri landsins metall høvd

- Eg havi elskað tónleik, síðani eg var heilt lítil, uml seks-sjey ár. Men eg byrjaði ikki ordiliga at spæla tónleik, fyrr enn eg gekk í 8. flokki í Kommunuskúlanum. Vit plagdu at bróta inn í tónleika­stovuna í kjallaranum fyri at sleppa at spæla. Ein helt í lási­num, og ein sparkaði, soleiðis at hurðin ikki brotnaði. Vit fóru inn og larmaðu so nógv, sum vit kundu, inntil onkur kom, og so rýmdu vit út gjøgnum vindeygað, greiðir Mikkjal frá um, hvussu hann byrjaði við tónleikinum.

 

Hvussu var at vera metall høvd í tannárunum?

- Vit vóru tveir, ið vóru vanir at ganga í Filadelfia, og har plagdu vit eisini at fara inn at larma, tá vit kundu og sloppu. Eg dugdi bara tríggjar akkordir, og hann tvær taktir, og so larmaðu vit bara. Vit elskaðu hendan harða tónleikin, og tann einasti mátin hjá okkum at fáa tað harða ljóðið fram, var at skrúva for frá. Vit dugdu ikki eingongd at stemma ljóðførini, men buldraðu bara avstað.

- Vit vóru ræðuligir vandalistar. Gjørdu uppreistur ímóti øllum. Skøvaðu bilar, brutu vindeygu og settu eld á alt. Sovorðnir helvitis bandittar! Nú taki eg bara synd í teimum familjunum, sum vórðu útsettar fyri okkara vandalisering, sigur Mikkjal og tekur seg fyri pannuna.

- Summir rútar ruku upp til fýra ferðir. Tað er jú reyvirriter­andi! Nú havi eg eisini egna familju og dugi at síggja, hvussu langt úti tað var. Mann skilti tað bara ikki tá. Vit vildu bara gera ímóti øllum normum. Men tað er løgið, tí eitt ella annað stað ynsktu vit eisini at bera ein góðan boðskap. Ikki endiliga ein kristnan men eitt sindur í ta ættina. T.d varð bólkurin Krit stovnaður, meðan vit allir gingu í Filadelfia. Men also... øll hendan tíðin var ein, stór identitetskrisa. Tað var heilt sjúkligt. Vit vóru frá ymsum variatiónum av kristin­dóminum; babtistum, pinsum osfr. Vit vildu gera gott, men vit dugdu bara ikki. Ístaðin duttu vit í hina grøvina og elskaðu alt tað destruktiva; alt, sum æt ballada, stoffir og ófantaligheit.

 

Hvussu taklar ein identitets­krisur, tá ein er so ungur, og hvussu kemur ein víðari?

- Eg byrjaði at skera meg sjálvan, tá eg var 12 ára gamal. Tað var ein av mínum mátum at úttrykkja meg uppá; at lufta teimum tingunum, ið vóru innaní mær; at føla nakað. Tað var antin tað ella at sniffa bensin og gass, sum eg eisini gjørdi í langa tíð og havi tikið skaða av. Heilin hjá mær riggar ikki altíð optimalt. Eg havi ringt við at læra summi ting, minnist illa og klári illa at konsentrera meg, greiðir Mikkjal álvarsamur frá.

- Tá eg var 16, skildust for­eldrini hjá mær, og eg bleiv mað­urin í húsinum. Tað tók nokkso hart uppá meg, tí eg var á eftir­skúla beint áðrenn, tað hendi, og visti ikki av nøkrum, fyrr enn eg kom heim, og gamli knapliga flutti út. Tað var torført. Eg var øgiliga ungur og persónliga splittaður, og hetta gjørdi tað ikki betri. Men eg tók tað sum eina stóra uppgávu at blíva maðurin í húsinum og legði av við øllum misbrúkinum.

- Eg møtti damuni hjá mær, tá eg var 18. Tað, ið henni serliga dámdi við mær, var, at eg var edrúur; at eg var sterkur og kundi siga nei, sjálvt um allir mínir vinmenn ballaðust. Hon sá upp til tað. Men sannleikin var, at eg var veikur. Hon hevði bara ikki upplivað teir keðiligu tendensir­nar hjá mær við alkoholi og stoffum. Tá eg var blivin 19, og vit høvdu verið saman í uml eitt ár, drakk eg meg skít í einum føðingardegi. Knapliga mintist eg, hvussu stuttligt tað var, og eg steðgaði meira ella minni ikki aftur. Ikki fyrr enn nú, fyri hálvum øðrum ári síðani.

- Eg var altíð ræðuliga depressiv­ur, og tíðin við Krit gjørdi tað ikki betri, sjálvt um vit høvdu nógvan viðvind sum bólkur. Eg hataði tvey tey síðstu árini; hataði at venja og at spæla konsertir. Vit kundu ikki semjast um, hvat vit vildu, og at enda fór eg úr bólkinum, og hann steðgaði upp.

 

Í dag er tú m.a frontfigurur í hardcore metall bólkinum Sic, sum allir føroyingar kenna. Hvar byrjaði tað?

- Sic byrjaði við, at Eddie (Jacobsen, gittarleikari í Sic, blaðkv.) ringdi til mín. Hann spurdi, um eg tímdi at leggja rødd til eina demo, sum hann og bólkurin hjá honum vóru við at spæla inn. Eg segði ja, men tað tók mær eitt sindur av tíð at koma ordiliga upp í bólkin, tí eg vildi ikki leypa beint út í tað. Eg havi altíð sæð bólkar sum eitt forhold; at mann má ansa eftir, hvat mann bindur seg til. Eg gav tí nakrar mánaðar, inntil eg fann útav, hvat eg vildi við tí. Og so til síðst segði eg við Eddie, at tað var kul, og at vit kundu gott royna av álvara.

- Aftaná eina tíð fluttu vit til Havnar at venja í Margarin­fabrikkini. Karl Anton var leiðari har tá, og hann var ræðuliga glaður fyri at fáa meg suður aftur. Hann var altíð har og skump­aði undir meg; segði við meg, at eg hevði nógv potentiali og motiveraði meg nógv. Hann var eitt slag av pápa-figuri fyri meg, tá eg ongan annan vaksnan hevði at venda mær til. Hann traðkaði inn har, sum onnur fóru út.

- Vit ballaðust ræðuliga nógv í Sic. Og jú meira vit fóru út at spæla, jú meira ballaðust vit. Men eg haldi alíkavæl, at eg dugdi nokso væl at kontrollera tí í byrjanini, men til síðst tók tað so yvirhond og endaði heilt galið, tá vit fóru í studio í Danmark í 2006. Tað var bara tvær vikur aftaná, at Karl Anton var deyður, og vit høvdu allir ræðuliga ógvusligar frustratiónir í okkum. Men vit tosaðu ongantíð ordiligt um tað, og druknaðu tað bara ístaðin.

- Hesin túrurin bleiv eitt sovorit allarhelvitis ball. Eg minnist, at har stóðu heilir innkeypsvognar av tómum fløskum í upptøkuhølinum. Eg hevði vippað leingi á kantinum til sálarligan niðurtúr. Og tá eg hyggi aftur, dugi eg eisini at síggja, at øll symptomir uppá depressión høvdu verið ávegis í langa tíð. Men eg var ikki til­vitaður um tað, og tíðin í upp­tøkuhølinum gjørdist ein stór bumba, sum eksploderaði omaná meg.

 

Hvat var tað, sum eksploderaði?

- Alt hetta við splittaðum sam­leika, at Karl Anton doyði og so alt hitt, sum er so torført at seta orð á, tað át so nógv uppá sálina. Og hesin svakligi ballingar­túr­urin útloysti eina fúla depressión.

- Eg gjørdist livandi-deyður. Orkaði ikki eingongd at sappa kanalir í sjónvarpinum. Var TV Shop frá, so koyrdi tað bara, tí eg hugsaði, at tað kundi ikki blíva betri óansæð. Eg orkaði heldur ikki at eta ella fara undir brúsu, og eg bleiv svakur, um nakar snakkaði við meg um tað ella royndi at fáa meg at gera okkurt til nyttu.

- Tað var ræðuligt at liva so­leið­is. Ræðuligt fyri familjulívið; fyri damuna og okkara tvey børn. Tað var fleiri ferðir, at daman hjá mær ætlaði at innleggja meg, men tað hendi ongantíð, og hon tók sær bara av mær. Hon var ótrúliga sterk. Las til sjúkrasystir, var mamma og var har fyri meg alt í senn. Tók sær simpulthen av øllum.

- Tá eg kom í hendan niðurtúr­in, gavst eg við misbrúkinum og fekk heilivág ístaðin. Eg ætlaði at fáa sálarliga hjálp, men tað var ein so langur bíðilisti til tað, at eg slapp ongantíð framat. Tað vóru nógv onnur, ið høvdu meira akuttan tørv á hjálp enn eg. Eg meini so við, eg var ongantíð farligur. Í hvussu er ikki fyri onnur enn meg sjálvan.

- Nú havi eg hildið mær í skinni­num í hálvt annað ár. Ok, eg skal viðganga, at eg havi onkuntíð fýrt eina feita, tá vit hava verið uttanlands. Men ikki meira enn tað.

 

Men hvussu kemur ein burturúr hesum? Hvussu kempar ein seg upp úr aftur einum slíkum niðurtúri?

- Tað hevur verið ein harður kampur. Men eg eri alíkavæl takksamur fyri tað helvitið, eg havi verið ígjøgnum. Tað hevur lært meg ta síðuna av tí heila. Og eg kann skilja onnur, sum eru í somu støðu og vónandi onkurs­vegna hjálpa teimum.

- Eitt tað harðasta í kampinum hevur verið at skula konfronterað alt tað myrkurið og tann haturin, ið var í mær. At koma út við øllum tí, sum eg hevði fortrongt; skuffilsir, sorg, hatur og alt tað. Men lívið hevur alíkavæl havt síni ljósu punkt í øllum rokinum. Eg havi roynt at opna mítt vindeygað og lova myrkurinum út, og tað er eisini eydnast mær nú. Eg eri nógv sterkari og positivari nú, enn eg var tá. Tað sæst m.a aftur á tekstunum hjá mær. Eg eri farin frá at skriva um depressión og svøvnloysi, at hata seg sjálvan og lívið, til at skriva meira um yvirlivilsi, sjálvs­virðing og at byggja seg sjálvan upp. Næsta fløgan hjá okkum verður nokk eisini pregað av tí.

 

Hvussu er tað at vera »Mikkjal í Sic«?

- Tað er skeg. Øll kenna meg, og eg havi eina rúgvu av vinum. Men eg eri eisini tilvitaður um, at fleiri vinir man hevur, fleiri fíggindar hevur man eisini – og eg havi nógvar vinir... Tað eru mong, ið ikki síggja framvið tann persónin, sum stendur á palli­num; sum hugsa, at eg stilli meg upp har og haldi meg vera so fokkin harðan og ting og sakir. Tað eru eisini mong, ið halda, at eg havi ringa ávirkan á samfelag og ungdóm. Enntá ein hevur virkað aktivt ímóti mær, tí hann heldur, at eg eri demonbesettur, sigur Mikkjal smáflennandi.

- Annars er tað skeg. Eg eri til dømis ongantíð einsamallur, tá eg fari í býin, men havi altíð onkran at tosa við. Tað kann bara vera eitt sindur torført á arbeiðs­marknaðinum, tá mann sær út, sum eg geri, við piersingum, hárinum og tattoveringunum. Eg eri ikki júst dreymurin hjá einari hvørjari svigermammu. Men arbeiðsplássið, sum eg havi nú, aksepteraði meg beinanvegin. Og tað ger mín svigermamma eisini, so har havi eg faktiskt verið heldigur tvær ferðir.

 

Hví spælir tú tónleik, og hvat hevur tað at siga fyri teg at vera eitt so sterkt ikon fyri ungdóm?

- Eg brúki Sic til at fáa øðina og aggressiónirnar út. Til at geva øðrum, sum eisini bera øði í sær, ein máta at formidla sínar kenslur og fáa sínar frustratiónir út. Tað er soleiðis, tað er við tónleiki, óansæð stíl, og tað er tí, at fólk brúka tónleikin til at úttrykkja seg við.

- Eg fungeri ikki uttan tónleik. Tað fyrsta, eg geri, tá eg vakni, og tað síðsta, eg geri, áðrenn eg leggi meg at sova, er at lurta eftir tónleiki. Og tá eg eri úti, havi eg iPoddin við. Eg koyri næstan uppá battaríir og blívi beinan­vegin irriterandi og rastleysur, um eg ikki spæli tónleik í eina tíð. Eg haldi, at tað er tí, at eg má kenna á mær, at eg geri okkurt, at eg skapi okkurt. Annars blívi eg keðiligur, greiðir Mikkjal frá.

- Fyri nøkrum árum síðani, vildi eg sagt, at tónleikur var alt. Men tað er hann jú ikki alíkavæl. Eg hevði ikki fungerað uttan tónleik, men hevði eg ikki havt damuna hjá mær, tá eg var longst niðri, hvat so? Í síðsta enda stendur tú einsamallur. Niðri á botninum er eingin uttan tú, tí at eingin dykkar niður eftir tær. Tá mást sjávur hála teg upp aftur. Men allanvegin ígjøgnum var daman hjá mær tann, ið stóð til reiðar og rætti hondina út eftir mær. Har var eingin annar, tí fólk hava ikki yvirskot til meira enn sítt egna, óansæð hvussu nógv tú rópar eftir hjálp. Hesum finnur tú bara útav uppá tann harða mátan, við at vera einsamallur á botninum í sálarligari kreppu og ongan hava at venda tær til.

?