Latið atfinningar vera motivatión

– Hevði eg verið landsliðsspælari í dag, so hevði eg verið reyvhamrandi troyttur av at hoyra gamlar landsliðsleikarar reypa, og fólk tosa um, at soleiðis var tað, tá vit vunnu í Landskrona. Tá er tað man skal fara út og sparka Eysturríki líka langt aftur, sum vit gjørdu tá, sigur Jóannes Jakobsen. Tí eins og nú, vóru eisini nógvar atfinningar at landsliðnum, og hesum vildu leikararnir gera til skammar. – Og tað eiga vit at gera aftur nú, heldur Jóannes Jakobsen, táverandi liðformaður

Jóannes Jakobsen var lið­for­mað­ur á føroyska landsliðnum, tá hetta skuldi royna seg á altjóða palli fyri fyrstu ferð. Heima­vøllurin var í lítla býnum Lands­krona í Svørríki, og føroyska liðið var mannað við totalum ama­tørum. Menn, sum vandu tríggjar ferðir um vikuna og spældu 18 dystir árliga.

Burtursæð frá Oyggjaleikunum, har støðið var langt frá nøktandi, var lítið og einki av avbjóðingum, ið føroyska fótbóltslandsliðið fekk. Jóannes Jakobsen sigur skemtiliga, at tað hægsta áðr­enn Eysturríki, var hendinga landsdystur ímóti onkrum donsk­um oldboys landsliðið við áraknútum og hvat veit eg, sum hann tekur til, og so venjingardystir ímóti Íslandi viðhvørt.

– So hetta var av sonnum spildurnýtt, og vit vistu ikki heilt hvar vit flutu, sigur Jóannes Jakobsen, sum í dag er fastur fótbóltsviðmerkjari í Útvarpinum hjá Kringvarpinum, og annars hevur verið venjari hjá fleiri Formula-liðum.

 

Keðilig upptakt

Fólk vóru skeptisk yvir føroysku lut­tøkuna í altjóða fótbólti. Ikki bara úti í heimi, tí eisini í Før­oy­um vóru fleiri ímóti, at Føroyar luttóku í undankappingum til enda­spøl.

Hjá Jóannes Jakobsen per­són­liga var upptaktin langt frá optimal. Hann hevði verið nógv plágaður av bruna í hælsinuni, og kropsliga var hann langt frá toppinum.

– Tað varð soleiðis um hetta mundi, at antin spældi eg dystir, ella vandi eg. Eg kundi ikki bæði. Og spældi eg ein dyst, so var eg ikki gonguførur í tveir dag­ar aftaná. Men tað er ikki altíð, at tað eru beinini, sum eru avgerandi fyri ein leikara. Mentala styrkin er minst líka umráðandi, sigur Jóannes Jakob­sen og leggur so flennandi aftrat.

– So mín uppgáva var í stóran mun at renna minni, men tosa meiri enn hinir leikararnir.

 

Róligir hóast brøl

Sambært Jóannes Jakobsen tóku menn tað heilt róligt undan dystinum. Venjarin hevði gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, og liðið hevði verið á venjingarlegu.

– Sjálvandi vóru nakrir “spil­op­magarar” við, men á sjálv­um dystar­degnum vóru vit foku­seraðir, sigur Jóannes Jakobsen og heldur áfram.

– Menn óttaðist ikki uppgáv­una, so har var eingin, ið piss­aði í buks. Vit vóru róligir og av­balanseraðir. Undan dystinum gingu vit út á sjálvan vøllin, og hann var heilt fantastiskur. Eingin okkara hevði spælt á so góðum vølli áður, og tað var enn ein motivatiónsfaktorur, greiðir Jóannes Jakobsen frá.

Hóast róligir og avbalanseraðir, sum Jóannes Jakobsen tekur til, so var tað ikki alt, ið andaði av friði í umklæðingarrúminum undan sjálvum dystinum.

– Páll brølaði helst eitt sindur sum hann plagdi, tí soleiðis var hann. Men tað mesta av fyri­reik­ingini fór fram í høvdunum á einstøku leikarunum, sigur Jóannes Jakobsen.

 

Fyrsti sigurin í steðginum

Atmosferan var nakað tann sama í hálv­leikinum, sum undan dystinum.

– Vit høvdu einans brúk fyri hvíld og at slappa av. Har varð ikki so nógv tos, og tað er eisini tað rætta. Vit gjørdu nakrar niðurstøður um nakrar støður, ið skuldu rættast, men sum heild vóru menn nøgdir. Tí 0-0 í hálvleikinum var ein sigur í sjálvum sær. Fólk tosaðu um 10-0 til Eysturríki, men tað kundi tað neyvan blíva til, tá vit hildu fyrra hálvleik málleysan.

 

Torkil við reyvini í grasinum

Seinni hálvleikur gjørdist ikki mál­leysur – tað vita vit! Vit kenna eisini øll legendarisku frá­sagnirnar frá Jógvan Arge og Magna Arge í Útvarpinum, og Árna Gregersen í Sjónvarpinum.

– Mín vinkul var nakað øðrvísi enn tann, frásøgumenninir høvdu. Eg sá ein mann fara avstað við reyvini næstan hangandi niðri í grasinum, takklandi ígjøgnum, og tað tóktist sum um hann rann fleiri kilometrar. So tá bólturin fór í mál var tað heilt fantastiskt, fortelur Jóannes Jakobsen.

– Í støðuni fegnaðist eg, men fann skjótt útav, at mín uppgáva sum liðformaður var at fáa menn niður aftur á jørðina. Armarnar niður á øllum og fáa liðið foku­ser­að. Eg var glaður, men fekk ikki notið málið heilt so nógv, sum Jógvan, Magni og Árni, ið næstan vóru uppi hjá Jesus pápa og vendu eina løtu, flennir Jóannes Jakobsen.

Hann kennir, hóast øðrvísi sjón­ar­horn á málið frá Torkili Niel­sen, kortini bæði Útvarps- og Sjón­varpsfrásagnirnar aftur, og fær framvegis eitt sentimentalt flashback um minniligu løtuna, tá hann hoyrir hesar.

 

Loysnin er einføld

Málið frá Torkili Nielsen var tað einasta í dystinum. Dysturin, sum er tað størsta føroyska fót­bóltsavrikið nakrantíð. Í morg­in verður dystur á Tórsvølli. Mót­støðuliðið eitur Eysturríki. 18 ár eru liðin síðani síðst. Spurn­ingurin er, hvussu vit endurtaka bragdið?

– Tað nýtist ikki at vera so trup­ult. Í dag skalt tú vera hálvur aka­demikari fyri at venja eitt fótbóltslið. Men tað var einfaldari fyrr. Tú fórt á vøllin fyri at ar­beiða. Og fyri at vinna mátti tú hava vilja og eitt gott høvd.

– Vilji, dugnaskapur, dirvi og eitt sindur av “fanansagtigheit” eru fyrstu fortreytirnar. Og tað er í roynd og veru einfalt, sigur Jóannes Jakobsen.

Hetta vóru lyklaorðini, ið eyð­kendu landsliðið, ið Jóannes Jakobsen spældi á. Landsliðið, ið vann á Eysturríki í Landskrona tann 12. september 1990.

– Nú mugu leikararnir brúka tann kritikkin, sum er av lands­liðnum í dag, konstruktivt. Tað eigur at vera ein fantastiskur motivatiónsfaktorur at mótprógva, at tingini ikki eru so vánalig, sum nógv gera tað til. Á sama hátt, sum vit brúktu kritikkin. Og hevði eg verið landsliðsspælari í dag, so hevði eg verið reyvhamrandi troyttur av at hoyra gamlar lands­liðsleikarar reypa, og fólk tosa um, at soleiðis var tað tá. So er tað man skal fara út og sparka Eysturríki líka langt aftur, sum vit gjørdu tá, eru ráðini frá fyrrverandi landsliðsleikaranum, Jóannes Jakobsen.