Um tað er Bill Justinussen, landsstýrismaður, sum skýtur og Jenis av Rana, løgtingsmaður og kommunulækni sum løðir, ella um leiklutabýtið teirra millum er blandað øðrvísi, hevur ikki so stóran týdning. Tað, sum hevur týdning er, at tað umboðini fyri Miðflokkin hava sagt seinastu tíðina um fosturtøkur og tey, sum fremja slíkar, ikki á nakran hátt hevur skapt virðing fyri hvørki kvinnuni ella sjálvum fosturtøkuspurninginum. Tíverri hevur tað, sum onnur seinastu tíðina hava sagt um somu viðurskifti, heldur ikki gagnað stórvegis. Forkvinnur og landsstýriskvinnur úttala seg og vísa til tøl og støðuna á ar-beiðsmarknaðinum, sum er fosurtøka bara okkurt ein kann nýta til at fremja aðrar sakir við. Ongin, ikki ein, sum hevur verið frammi seinastu tíðina og úttalað seg um fosturtøku, hevur roynt at leggja orðaskiftið upp á tað støðið, sum spurningurin um fosturtøku hevur uppiborið. Eingin hevur roynt at lýsa sjálva avgerðina um at lata ein lækna taka fostrið, sum eina djúpt persónliga avgerð, ið er fongd við, ofta sníkjandi, sálarligum trega og avleiðingum annars. Avgerðin um at fremja fosturtøku kann vera løtt at taka, og lívið kann eisini ganga víðari, sum einki var hent, eftir at tøkan er framd. Men soleiðis er tíbetur ikki altíð. Sum oftast er alt ein sálarligur hurlivasi hjá teimum, sum hugsa um at lata sítt fostur taka. Og sum oftast verður avgerðin tikin, tí aktuella støðan hjá viðkomandi talaði fyri tøku. Avgerðin varð langt frá altíð tikin, tí viðkomandi inniliga ynskti fosturtøku, men heldur tí viðkomandi ikki dugdi at síggja ella hugsa nóg klárt júst ta løtna. Avgerðin varð oftast tikin, tí viðkomandi hvørki fekk ráðgeving ella stuðul, tá harðast stóð á.
Spurningurin um fosturtøku er og verður persónligur, er og verður ein spurningur um nógv innilig og álvarslig viðurskifti. Spurningurin um fosturtøku er ikki ein avlaða, fundamentalistisk og demagogisk tulking av skriftini. Fosturtøka kann heldur ikki rættvísgerast við tilvildarligari tilvísing til tøl, sum eingin veruliga kennir. Fosturtøka skal heldur ikki nýtast sum jarnbrot fyri at vinna kvinnuni javnrættindi á arbeiðsmarknaðinum. Sjálvandi skal kvinnan hava javnrættindi, men hetta má og kann vinnast á aðrar mátar.
Bill skal fremja tingsins vilja
Í viðtalu við Útvarpið í samband við fosturtøkuspurningin segði Bill Justinussen, at hann ikki bert er landsstýrismaður fyri Miðflokkin, hann er landsstýrismaður fyri samgonguna. Bill er meira enn so, hann er landsstýrismaður fyri allar Føroyar. Føroya fólk hevur valt løgtingið, og tí má og skal Bill fremja tingsins vilja. Føroya løgting hevur sagt sína hugsan í hesum máli. Hetta tá Jenis av Rana og tríggir aðrir tingmenn í valskeiðnum undan hesum løgdu fram uppskot um at broyta og herða lógarásetingar um møguleikar og mannagongdir í samband við fost-urtøku. Málið endaði í trivnaðarnevndini, og fekk tað har eina neyva, og eftir mínum tykki, rættiliga kvalifiseraða viðgerð. Nevndin mælti tinginum til ikki at taka undir við uppskotinum, men heitti síðan á landsstýriskvinnuna um, skjótast gjørligt, at seta á stovn nakað sum minti nógv um "mødrehjælpen". Hetta fyri at tryggja kvinnum, sum koma illa fyri vegna graviditet, stuðul og ráðgeving, soleiðis at hon verður betur før fyri at taka avgerðina. Tað er umráðandi, at kvinnan ikki kennir seg einsamalla undir slík-um umstøðum, tað er eisini umráðandi, at onkur hjálpir kvinnuni at síggja heildarmyndina, kanska í tíðarperspektivi eisini. Sjálvandi kann stuðul, ráðgeving og leiðbeining frá Guds fólki eisini vera viðkomandi í hesum sambandi. Men tað er langt frá viðkomandi, at landsstýrismenn standa og hótta og vilja lóggeva í mun til tulkingar av skriftini. Jenis av Rana atkvøddi ikki móti sínum egna uppskoti, men tað gjørdi onkur uppskots-stillari saman við so at siga restini av tinginum. Tilmæli um ein mødrehjælp varð væl fagnað, men tíverri gjørdi táverandi landsstýriskvinna einki við málið. Og hevur eingin landsstýrismaður síðan heldur nomið tað við einum fingri. Jenisi dámdi sjálvur stak væl tankan um eina mødrehjælp, og segði hann eina ferð seinni, at hann kundi hugsað sær at sett upp-skotið fram av nýggjum, tá skiftandi landsstýrismenn ikki góvu tí ans.
Tí fari eg at enda hetta skriv við at mæla Bill Justinussen, landsstýrismanni til at fremja vilja tingsins. Og eg fari at mæla honum til at gera tað, um hann veruliga vil skapa virðing um fosturtøkuspurningin og tær kvinnur, sum verða raktar í hesum sambandi.
Avgerðina um fosturtøku fer kvinnan altíð sjálv at eiga.