Latið Várharra verja seg sjálvan

Tað er ikki hissini stríð, sum nú hevur tikið seg upp í kirkjuni. Bispur verður av prestum lagdur undir at kriminalisera prestarnar ? bara tí at hann hevur sett onkran prest upp á pláss, sum m. a. noktar kvinnuligum prestum at prædika í »sínari« kirkju.

 

Kirkju síni? - vil onkur kanska spyrja. Jú, tað tykist sum um onkrir prestar halda seg »eiga« kirkjuna ? hóast gamalt var, at kirkjan er Guds hús ? og at øll har eru vælkomin at lýða á orð Guds. Men soleiðis er ikki statt longur, tí somu prestar, sum finnast so harðliga at bispi, teir beinleiðis reka fólk burtur frá fólkakirkjuni.

Seinnu árini hevur eitt opinlýst sundurlyndi eyðkent prestastættina í Føroyum. Hetta var heldur ikki gamalt ? og vit meinigu merkja týðuliga, at ávísir prestar meira ella minni óbeinleiðis geva Hans Jákupi Joensen skuldina ? kasta honum fyri, at hann ikki megnar uppgávuna um bispur. Seinastur at skjóta honum hetta í skógvarnar er Norðoyaprestur, Niels Pauli Danielsen.


Men sum meinigir kirkjugangarar hava vit ilt við fylgja hesum prestum, tí um gongst, sum hesir prestar prædika, so býður føroysku fólkakirkjuni ikki bøtur, tí føroyingar fara ikki at finna seg í eini fundamentalistiskari fólkakirkju, har bara »tey reinu« eru vælkomin, og har bara tey »rætttrúgvandi« sleppa til orðanna.


Tí ørkymlar hetta prestastríð kirkjufólkið. Bispur skal hava tøkk fyri, at hann fleiri ferðir hevur víst aftur, at prestur við lógini í hond kann nokta kvinnuligum prestum at prædika í kirkjuni ? tí kann hann tað, so ristur grundvøllur kirkjunnar.


Harmuligt er tað tó, at ávísir prestar framhaldandi taka heila meinigheit sum gísla í privata stríði sínum fyri víðgongdum sjónarmiðum ? sum kirkjufólkið og samfelagið annars ikki góðtekur.


Prestur hevur ikki til uppgávu at seta kílar í kirkjufólkið. Hansara uppgáva kann heldur ikki vera at stríðast móti javnstøðu, at nokta at gifta sundurlisin fólk ella at nokta at doypa børn hjá ógiftum fólkum. Hansara uppgáva er at boða evangeliið, og tað ger hann best við at skipa kirkjuliga arbeiðið so væl, at fólk tíma at koma í kirkju.


Vit kunnu enda við vælvaldu orðunum hjá Marjuni Bæk, sóknarpresti í Kvívík:


?Latið Várharra um at verja seg sjálvan! Tað er einki í verðini, Hann dugir betur! Uttan kanska at fyrigeva alt tað, vit misskilja og gera galið!


Við at styggja fólkið frá kirkjuni mótarbeiðir prestur eftir okkara tykki sínum kalli.