Latið okkum fáa tey ikki bineru, og tvørkyndu, við í stríðið eisini!

Endiliga kunnu vit hava Faroe Pride aftur og ganga stolt ígjøgnum Havnina og hava ein góðan og stuttligan dag saman, har vit varpa ljós á fjølbroytni og ymiskleika. 

Men vit mugu eisini minnast til hví vit hava pride. 

28. juni í 1969 fór løgreglan inn í eina LGBT+ skeinkistøð, í New York, sum eitur Stonewall. Hetta gjørdu tey, fyri at “ruddað” LGBT+’arar burtur, men hesu ferð hildu LGBT+’arar at nú var nokk, tey bardust ímóti og tað endaði við, at fleiri LGBT+’arar samlaðust og gjørdu uppreistur. Eitt ár seinni samlaðust túsundatals av fólki í gøtunum í Manhattan og hvørt ár síðani tá, og bleiv til tað, sum vit kenna í 2022, Pride. 

Men tá vit hyggja aftur eftir stonewall upreistinum er nakað sera umráðandi vit eiga at minnast til, nemliga stríði fyri tvørkyndleika. Tvørkyndar kvinnur og serliga Marsha P. Johnson, ein myrk tvørkynd kvinna, spældi ein stóran leiklut í Stonewall uppreistinum og fer altíð at vera ein hetja fyri LGBT+. 

Marsha og nógvar aðrar tvørkyndar kvinnur, stóðu fremst fyri LGBT+ rørðsluna, og nýttu alla teirra orku uppá LGBT+ rættindi. Marsha P. Johnson sum mangar aðrar tvørkyndar kvinnur, doyði í stríðnum, tann 6. juli í 1992. Her er stórur mistanki um morð. Sjálvt um tey tvørkyndu spældu ein stóran leiklut í LGBT+ stríðnum, vóru tey útihýst av teimum samkyndu frá teimum fyrstu pride'unum, og kempaðu tí fyri at sleppa við. 

Sylvia Rivera, ein myrk tvørkynd kvinna, ið var sera uppreistrarsinna og politisk aktiv, gjørdi eisini ein stóran mun, og serliga fyri at tey tvørkyndu kundu sleppa við til pride. At enda sóðu hini í LGBT+ felagskapinum, at tey áttu at góðtaka og ikki útihýsa tey tvørkyndu, tí tað vóru tey, ið veruliga settu LGBT+ rørsluna í gongd frá byrjanini av. Og var tað ikki fyri tey, so høvdu vit ikki verið komin so langt, sum vit eru í dag. 

Í dag eru vit komin langt, men enn í 2022, 53 ár seinni, er ikki loyvi at fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti í Føroyum. Hetta eigur at broytast. Tað tykist at vera rættuliga skaðandi fyri heilsuna hjá tvørkyndum ikki at kunna vera viðurkend sum tað kynið ein er, og sannleikin er, at 1 av 3 tvørkyndum hava roynt at beint fyri sær, sambart (centre for suiccide prevention). Og tað vísir seg eisini at tey fáa betri sálarliga heilsu av at vera viðurkend sum tað kynið ein er. Í øllum vesturheiminum er loyvi at fáa eitt løgfrøðiligt kynskifti, men ikki í Føroyum. 

Vit eru blivin klókari innan kyn, og kyn í dag er ikki tað sama sum tað var fyrr. Alt annað enn maður og kvinna gerst meira og meira viðurkent. Ikki biner gerst meira og meira viðurkent, ikki biner er ein kynsamleiki ið eigur at vera tikin í álvara. Eg eri ikki biner. Míni persónsfornøvn eru hann og tey. Eg føli meg ikki beinleiðis sum ein mann ella kvinnu. Eg havi altíð følt meg eitt sindur ímillum. Eg hoyri ofta fólk tosa um meg og mín bólk sum: "also er man so eitt tað ella hvat” ella “men also har eru bara tvey kyn!” 

Eg eri eg, óansæð um onkur er ósamdur ella ikki, og sum ein ikki biner persónur ynski eg bert at tað skal vera pláss fyri mær í samfelagnum, og eg ynski at fáa tí viðurkenningina eg havi rætt til. Eg fari til arbeiðis sum øll onnur, eg betali mín skatt sum øll onnur, og eg havi glett meg til Ólavsøkuna sum øll onnur, eg eri ein borgari sum øll onnur. 

Hóast eg fái virðing frá mínum nærmastu, so síggi eg tað ikki aftur í mínum samleikaprógvum. Eg hevði ynkst at fingið eitt “x” í passi hjá mær ístaðin fyri eitt "m", men tað kann eg ikki. Tvørkynd eiga eisini at kunna skifta ímilllum "m" og "f", skifta sítt navn og p-tal, eg veit ikki hvussu ein tvørkyndur persónur hevur tað, men eg kann relatera og tí stuðli eg teimum 100%. 

Vit kunnu ikki gera við at vit eru annaleiðis, og tað minsta vit biðja um er eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Hetta er bert ein lítil broyting, sum hevur lítla og onga ávirkan á tey flestu, men kann merkja nógv fyri okkum.

Tað er ikki bert mismunur í lógini men vit síggja eisini ein vaksandi trupulleika við haturstalu og hatursbrotsverkum, heili 67% av føroyskum LGBT+’arum siga seg vera happaði í skúlanum (sambært tølum frá LGBT+ Føroyar - kanningin kann síggjast á kvf.fo), og tey sum eru mest útsett eru tey tvørkyndu. Hetta er ein trupulleiki, sum eigur at vera tikin í álvara. Vit eiga øll at tala at og siga frá har vit eru, tá slíkur atburður ferð fram. 

Men pride skal ikki bert snúgva seg um hvussu keðiligt tað er at landi forðar einum at vera tann ein er, og haturstalu. Pride er eisini fyri at fegnast at vit eru komin langt. Tey seinastu 10 árini hava vit stíðst fyri rættindum til LGBT+’arar. Vit hava fingið eina anti-diskriminatiónslóg, ælaboga-hjún kunnu nú giftast borgarliga og tey kunnu nú fáa barsil og hava foreldramynduleika. Latið okkum fegnast um tað, latið okkum fegnast um at vit hava fingið tey rættindini, sum í dag tykjast púra grundleggjandi fyri eitt demokratiskt samfelag. 

Men latið okkum fáa tey ikki bineru og tvørkyndu við í stríðið eisini!


Pól Jóhannus Toftegaard Larsen,

 

limur í LGBT+ Føroyar.