Ólavsøkan verður ikki avlýst

Men tað verður ein øðrvísi ólavsøka

Fleiri hava seinastu tíðina ivast í, hvussu ólavsøkan fer at vera í ár - og um hon yvirhøvur verður hildin, nú koronasmittan hóttir øll stór tiltøk í landinum.

Men tað verður ikki talingur um at avlýsa ólavsøkuna, segði borgarstjórin í Havn, Annika Olsen, á tíðindafundi hjá býráðnum í áðni. 

– Lat tað vera púra greitt, at ólavsøkan verður í ár. Hon verður nokk eitt sindur øðrvísi enn fyrr, men eg kann lova øllum føroyingum, at vit fara at fáa eina góða ólavsøku, tó at hon verður øðrvísi, enn soleiðis sum vit kenna hana, segði Annika Olsen, borgarstjóri.

Akkurát hvussu ólavsøkan í ár verður hildin, er ikki heilt greitt enn.

25. apríl verður flaggdagur, og tá plagar at verða skipað fyri flaggdashaldið í miðbýnum í Havn. Annika Olsen gjørdi eisini greitt, at flaggdagshald verður í ár, men tað verður varpað út í staðin fyri. Ein stór fjøld verður ikki savnað saman, sum tað plagar, men býurin verður sum vant prýddur við Merkinum, vissaði borgarstjórin fyri.