Ólavsøkukonsertin skotin í gongd í sirmi

Ó - ella ólavsøkukonsertin, byrjaði í kvøld klokan 19:30 við at The Colpur Storm kom á pallin. Júst nú eru Gypsy Train við at gera seg lidnar á pallinum, eftir orkufulla framførslu.

Tað sirmar, og kanska heldur tað summum aftur, men tó byrjar so smátt at fyllast í Tórsgøtu. Føroyingar ræðast ikki regn, tók onkur til av tónleikarunum, og tað sær eisini út til, at tað finnast fólk, ið ikki ræðast regnið, ella sum kenna ráð, tí fleiri hava regnskjól ella litríkar regnfrakkar við sær í tórsgøtu í kvøld.

Í løtuni er tó bert talan um sirm, so tað átti ikki at hildið teimum aftur, ið høvdu ætlan um at koma á ólavsøkukonsert.

Hvørja løtu kann Uni Debess væntast at byrja sína framførslu. Síðani koma 200, Grandmas Bassment, Swanga Dangha, Glóð, Sveinur, MC Hár, Páll Finnur páll og síðani Eyðun og Terji band.,