LeBron James er tíðarinnar toppskjútti í NBA

Kareem Abd­ul-Jabbar átti gamla málstiga-metið í NBA

Kareem Abdul-Jabbar handar LeBron James dystarbóltin aftaná at hava mist málstigametið til LeBron James

Stór søga var skrivað í heimsins bestu kurvabóltsdeild, NBA í nátt okkara tíð.

 

Stórleikarin, LeBron James fekk 36 málstig í dystinum hjá liði hansara, L. A. Lakers móti Oklahoma City Thunder. 

 

Seinastu málstigini í dystinum gjørdu, at LeBron James fór framvið Kareem Abd­ul-Jabbar á tí søguliga toppskorara-listanum hjá NBA.

 

Gamla metið hjá Kareem Abdul-Jabbar frá 1989 vóru 38.387 málstig. Í dystinum móti Oklahoma City Thunder vann LeBron James hjá L. A. Lakers seg upp á 38.390 málstig, og hvørja ferð hann setir bóltin í kurvina í NBA-dystum í næstum fer hann at byggja upp á metið.

 

Hátíðarløta var aftaná dystin, tá ein ovurfegin LeBron James fekk handað dystarbóltin frá gamla søguliga toppskjúttanum, Kareem Abdul-Jabbar.

 

Amerikumenn eru ørir tá um ítróttarhagtøl ræður, og tað verður nógv gjørt burturúr metinum hjá LeBron James í amerikonsku miðlunum.

 

Fyri ein ordans skuld skal nevnast, at Oklahoma City Thunder vann dystin á L. A. Lakers 133-130, men málstiga-metið hjá LeBron James yvirskuggar alt. 

 

##med2##

 

 

 

Kareem Abdul-Jabbar handar LeBron James dystarbóltin aftaná at hava mist málstigametið til LeBron James

Fremstu toppskjúttarnir í NBA gjøgnum tíðirnar