LeBron tók metið hjá Michael Jordan

Kurvabóltur: Lakers-spælarin klintrar upp eftir listanum við flest stigum í NBA.

Amerikanski kurvabóltsleikarin, LeBron James, sum spælir við Los Angeles Lakers í NBA, gjørdist í nátt spælarin við fjórðmest stigum í NBA-søguni.


LeBron James, sum skeyt 31 stig í 115-99-tapinum fyri Denver Nuggets, fór framvið einum av bestu kuravóltsleikarunum í søguni, Michael Jordan, og hevur nú skotið tilsamans 31.748 stig í NBA.


34 ára gamli LeBron James er í holt við sítt fyrsta kappingarár við Los Angeles Lakers. Hann er blivin NBA-meistari tríggjar ferðir, og næstur at taka á stigalistanum í NBA er ein Lakers-legenda, nevniliga Kobe Bryant.


Flest stig í NBA-søguni:


1. Kareem Abdul-Jabbar, 38.387 stig

2. Karl Malone, 36.928

3. Kobe Bryant, 33.643

4. LeBron James, 31.748

5. Michael Jordan, 32.292

6. Wilt Chamberlain, 31.419

7. Dirk Nowitzki, 31.364

8. Shaquille O'Neal, 28.596

9. Moses Malone, 27.409

10. Elvin Hayes, 27.313