Kári Sverrisson, Kristian Blak og Hans Jákup Kollslíð eru allir kend andlit í føroyska tónleikalívinum. Tveir teirra skulu upptraðka í morgin.
- Eg skal spæla við Yggdrasil í morgin á nýggja pallinum, Torginum, sigur Kristian, ið man vera best kendur sum høvuðsmaðurin handan TUTL.
- Satt at siga skal eg spæla tvær ferðir í morgin við tveimum ymsum bólkum, sigur Kári, ið hevur spælt á G! festivalinum hvørt ár, síðan hann byrjaði í 2002.
Sambært teimum trimum er G! festivalurin heldur øðrvísi enn nógvir aðrir festivalar.
- Eitt, sum eyðkennir G!, er, at teir tora at taka kjansir. Til dømis spæla Laid Back, sum er ein bólkur frá 80unum, sum teir hava gravað fram. Onkuntíð ivast man í, um fyriskipararnir tvætla, men tað vísir seg sum oftast at rigga, sigur Hans Jacob Kollslíð, sum spældi á G! festivalinum í 2009 saman við Kára Sverrissyni.
Tað er ongin ivi um, at ein festivalur sum G! hevur stóran týdning fyri føroyskan tónleik.
- Ja, uttan iva. Allir bólkar hava tørv á einum palli, sum teir kunnu venja fram ímóti at framføra á. Fyriskipararnir leggja seg eisini eftir at fevna breitt, alt frá rokk til fólkatónleik. Eitt, sum tó hevur verið serstakliga gott, er tað internationala fokusið, sum hevur verið á festivalinum. Nøvn sum Benjamin, Marius, Hamferð og Eivør hava øll spælt í Europa takkað verði teimum útlendsku fjølmiðlunum og agentunum, sum hava verið bjóðað á G! festivalin, sigur Kristian avgjørdur.
Fyri teir tríggjar tónleikararnar eru tað tey føroysku nøvnini, sum eru mest spennandi.
- Høgna eri eg øgiliga spentur uppá. Hesa ferð syngur hann alt á føroyskum, so tað verður spennandi at hoyra, sigur Kári.
- Eg gleði meg mest til Marius, sum spælir nú í kvøld. Satt at siga havi eg skrivað tríggjar av songunum á hansara nýggju fløgu, so tað verður spennandi at hoyra, hvussu tað fer at rigga, sigur Hans Jacob.