Tað sum byrjaði sum eitt lesarabræv á Vágaportalinum seinast í maimánaði, er nú vorðið til ein spurning um trúvirði løgmans.
Tað var í einum lesarabrævi á Vágaportalinum, at Magnus Hansen í Havn skrivaði soleiðis:
»...Siti í sama viðfangi og hugsi um okkara løgmann og fíggjarmálaráðharra, ið, sambært søgum, ið ganga manna millum, skylda føroyska samfelagnum ikki so lítið av peningi til mvg orsakað av sínum verandi ella likvideraðu feløgum, og spyrji eisini meg sjálvan, hví leiðslan í Taks ikki ger nakað við ta skuldina???«
Sosialurin endurgav hesar reglur í blaðnum tann 30. mai og setti spurningin, um nakað mundi vera um málið.
Eftir at hetta varð endurgivið í Sosialinum, spurdi Vágaportalurin bæði løgmann og Jørgen Niclasen, sum báðir avsannaðu, at nakað var um hetta. Løgmaður segði beinleiðis, at hann kendi einki til hesar skuldsetingar.
– Løgmaður skyldar ikki MVG til landskassan, og hava hesar skuldsetingar einki við veruleikan at gera og standi eg tí púra spyrjandi, segði løgmaður við Vágaportalin 30. mai.
Longu her roynir løgmaður at flyta fokus, tí tað varð sagt týðuliga og greitt í lesarabrævinum, at tað snúði seg um »verandi ella likviderað feløg«. Einki varð sagt um, at Kaj Leo Johannesen privat skyldaði pengar. Eingin hevur heldur síðan spurt løgmann, um hann privat skyldar tí almenna nakað.
Longu tá átti løgmaður at svarað Vágaportalinum, at TAKS tíverri hevði mist (í øllum førum) 200.000 krónur av einum av feløgunum, hann hevði ábyrgdina av sum nevndarformaður.
Men tað gjørdi løgmaður ikki.
Eftir bestu sannføring...
31. mai var løgmaður inni á gólvinum á redaktiónini í Miðlahúsinum, og tá varð hann spurdur beinleiðis, um einki partafelag, sum Kaj Leo Johannesen hevur varðað av, skyldar tí almenna nakað, og tá segði løgmaður púra greitt »nei«.
Spurdur uppaftur um nakað felag, sum hann hevur varðað av, hevur pádrigið nøkrum tap, tí almenna, privatum ella virki, sigur løgmaður, at tað veit hann einki um.
Vit spurdu uppaftur, um hann ikki átti at vitað tað, tá hann hevur verið stjóri og nevndarformaður.
Tá svaraði løgmaður soleiðis:
– Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring skyldaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt og hvør hevur fingið sítt.
Feløgini, sipað varð til, eru P/F KRK-Holding, P/F Farex, P/F Kaldbaks Seafood, P/F Trans-Farex Invest og Sp/F Sisero.
Royndi at snakka seg undan
Eftir at hetta stóð í blaðnum, hevur blaðið fingið fleiri ábendingar um, at tað sum løgmaður segði, ikki var satt.
Sosialurin bað tí um innlit í búroknskapirnar hjá øllum feløgunum. Men tað ber ikki til at fáa innlit í búroknskapir, tí teir eru ikki almennir, sum roknirskapir annars eru.
Tá vit ikki høvdu prógv, so kundu vit ikki annað enn taka orðini hjá løgmanni fyri fult, hóast tað skurraði í oyrunum, at feløgini hava svarað hvørjum sítt, tá tey kortini fóru á húsagang. Men hetta var tað, sum løgmaður segði. Vit kunnu so hava okkara spekulatiónir um hví. Kanska tað hevði komið illa við hjá Kaj Leo Johannesen, um vit fóru at seta spurnartekin við, um hann var førur fyri at reka eina fyritøku – og um hann so var førur fyri at stýra landinum – ella um trúvirði hjá honum var í lagi?
Men av tí at eitt av feløgunum skyldaði Sosialinum pengar – oman fyri 100.000 krónur, fekk blaðið innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero. Hesin búroknskapur prógvaði, at løgmaður ikki segði sannleikan, og at hetta felagið, sum er nógv tað minsta av øllum hesum fimm feløgum, hevði pádrigið øðrum tap upp á tilsamans um 1,5 milliónir krónur. Av hesum misti TAKS 200.000 krónur.
Tá vit so nakrar vikur seinni kundu leggja búroknskapin hjá Sp/F Sisero fram fyri løgmann, sum vísir, at onnur hava mist 1,5 milliónir krónur upp á hetta felag – harav TAKS misti 200.000 krónur, vildi løgmaður ikki kennast við sína ábyrgd sum nevndarformaður. Hann segði beinleiðis, at hann hevði onga ávirkan á felagið, og at hann var minnilutapartaeigari.
– Eg havi onga ávirkan havt á hatta felagið. Eg átti bara 16,66 prosent av felagnum, eg var minnilutaeigari, og tá hevur tú onga ávirkan, segði løgmaður.
Tað sama endurtók hann í samrøðu við Rás2 týsdagin.
Um løgmaður skákar sær undan ábyrgd, ella um løgmaður ikki veit betur, skal vera ósagt. Men sum nevndarformaður hevur hann fulla ábyrgd av hesum felag – ein ábyrgd, sum hann eftir øllum at døma ikki hevur røkt, síðani hann sigur seg einki hava havt við felagið at gjørt, hóast hann var nevndarformaður og skrivaði undir roknskapin.
Kanska hetta var ein miseydnað roynd at snakka seg frá, at hetta kom fram, og tí hevur hann tikið munnin ov fullan?
Hvussu er og ikki – so skalar slíkt trúvirðið.
Kaj Leo fulla ábyrgd
Tað er eitt sera týðandi ábyrgdarstarv at vera nevndarformaður í einum partafelag. Tí tá ábyrgist tú beinleiðis gjøgnum partafelagslógina. Um løgmaður ikki veit tað, og tekur við nevndarformansstørvum í fleiri partafeløgum, sum varða av ognum fyri tvísiffrað milliónaupphæddir, so er tað sera órógvandi – serliga havandi í huga ta ábyrgd, sum hann hevur sum Føroya Løgmaður.
Tú kanst heldur ikki skáka tær undan ábyrgd og tosa um, at tú ert minnilutapartaeigari. Fyri tað fyrsta, so var løgmaður ikki minnilutapartaeigari í Sp/F Sisero. Sambært roknskapinum eigur P/F KRK-Holding 50 prosent av felagnum, og tað er so tann partapeningin – altso 50 prosent – sum Kaj Leo Johannesen umboðar í nevndini. Tað er fullkomiliga undirorðnað, hvussu stóran part hann sjálvur persónliga eigur – og tað er fullkomiliga líka mikið, um hann yvirhøvur er partaeigari ella ikki. Hann er nevndarformaður, og sum nevndarformaður hevur hann fulla ábyrgd av felagnum. Tað er nevndin, sum skal tryggja, at partafelagið hevur ein forsvarligan rakstur. Og tað er nevndin, sum leggur rætningslinjurnar, sum stjórnin skal fylgja, og tað er nevndin, sum hevur ábrygdina av, at tøkur kapitalur er til taks í mun til rakstur felagsins.
Hinvegin kann ein nevndarlimur ella nevndarformaður altíð leggja starvið frá sær upp á standandi fót, um hann ikki kann standa inni fyri tær avgerðir, sum nevndin tekur. So er hann púra leysur av ábyrgd. Hann kann eisini fáa ført síni sjónarmið í gerðabókina, um hann er ósamdur og heldur nakað annað, enn meirilutin.
Tí kann Kaj Leo Johannesen á ongan hátt skáka sær undan fullari ábyrgd av – í hesum føri – tí missi, sum TAKS og øll hini hava fingið av hesum partafelagnum.
Kauthing tók KRK-Holding
Eitt annað dømi um, at løgmaður ikki hevur fult yvirlit yvir tað, sum hann tosar um, er tá hann í tíðindaskrivi sigur:
» Og tað er rætt, at okkara felag KRK Holding misti meira enn 5 mió kr upp á syrgiliga húsagangin hjá Faroe Seafood og var ein høvuðsorsøk til at okkara felag var tikið við í fallinum«.
Hetta er ikki rætt. Hetta er beinleiðis skeivt. Tað var ikki »syrgiligi húsagangurin hjá Faroe Seafood«, sum gjørdi, at KRK-Holding umvegis Trans-Farex Invest misti pengar. Hetta átti Kaj Leo Johannesen sum nevndarformaður í P/F KRK-Holding sjálvandi at vitað! Hesir pengar vórðu mistir fleiri ár fyri húsagangin. Tá Kauthing Bank – sum fíggjaði Faroe Seafood – lat aftur í Føroyum í 2007, endaði tað við, at fíggingin varð uppsøgd, og tað tók fíggjarliga grundarlagið undan Faroe Seafood. Partapeningurin varð niðurskrivaður til 0 krónur, og nýggjur kapitalur fingin til vega, og tá var P/F Trans-Farex Invest , sum P/F KRK-Holding átti í, ikki við. Tað var tí, at P/F Trans-Farex Invest misti partapeningin í Faroe Seafood, sum annars gjørdi tveir ársroknskapir afturat, áðrenn felagið fór á húsagang í 2010.
Vil ikki útflýggja búroknskapir
Í fyrr nevndu samrøðu við Rás2 týsdagin spurdi Hilmar Jan løgmann beinleiðis, um TAKS hevur mist nakað upp á hini feløgini eins og Sp/F Sisero. Til tað svaraði løgmaður, at »man má hava ein kreditorlista fyri at vita tað, men tað visti hann einki um«.
– Eg var nevndarformaður, men tað eru sjálvandi stjórar, sum koyra feløgini..., segði løgmaður.
Aftur her leggur hann ábyrgdina frá sær. Sum nevnt omanfyri hevur ein nevndarformaður fulla ábrygd og ábyrgist beinleiðis fyri partafelagslógini. Nevndin, undir leiðslu av nevndarformanninum skal tryggja, at felagið hevur forsvarligan rakstur.
Hesa ábyrgd hevði Kaj Leo Johannesen sum nevndarformaður.
Í nevndu samrøðu varð løgmaður eisini spurdur, um hann fór at leggja búroknskapirnar fram fyri almenningin. Til hetta svaraði løgmaður, at teir eru almennir, og at Sosialurin bara kann biðja um teir frá TAKS.
Her fór løgmaður aftur skeivur, tí búroknskapir eru IKKI almennir.
Bara tey, ið varða av feløgunum – og kreditorar, hava atgongd til hesar roknskapir. Sosialurin hevur síðani biðið løgmann um at útflýggja okkum hesar, men tað vil hann ikki.
Løgmaður flytir fokus
Hilmar Jan spurdi eisini løgmann, um tað ikki var smaksleyst av honum at bera saman sína ábyrgd sum nevndarformaður í hesum feløgum við smápartaeigararnar í Eik Banka, har hann segði seg ikki vóna, at nøkur rokning kom til hansara fyri húsagangin hjá Eik Banka. Men tað helt løgmaður als ikki vera smaksleyst, tí hann hevði sjálvur mist pengar í Eik.
Føroya Løgmaður misskilir okkurt heilt grundleggjandi, um hann veruliga meinar, at hann kann bera tað saman at eiga nøkur fá partabrøv í Eik Banka og so at vera nevndarformaður í feløgum, ið varða av virðum fyri tvísiffraðar milliónaupphæddir.
At løgmaður roynir at gera hetta til eitt mál millum Sosialin – ella blaðstjóran persónliga – og løgmann er sjálvandi fyri at flyta fokus.
Málið var so sera einfalt:
– Hava feløgini hjá løgmanni givið øðrum tap – harímillum TAKS?
Tá løgmaður ger so nógv fyri at flyta fokus – og verður avdúkaður fyri at siga ósatt um tann minsta og einasta búroknskapin, sum higartil er almannakunngjørdur, so loyva vit okkum at ivast í, um hann sigur satt um hinar búroknsskapirnar, sum eru nógvar ferðir størri.
Løgmaður eigur tí at leggja hesar roknskapir fram fyri almenningin, og vit taka hervið umbøninia uppaftur:
– Harra løgmaður, lat okkum fáa hesar roknskapir, so vit kunnu almannakunngera teir!
Vil løgmaður ikki tað, so hevur hann ein stóran trupulleika.
Vil løgmaður ikki tað, so hevur øll tann politiska skipanin í Føroyum ein stóran trupulleika, tí so hava vit ein løgmann við einum trúvirðistrupulleika.
Vil løgmaður ikki tað, so hava allar Føroyar ein trupulleika.
------
Tíðarrøð
26. mai:
Lesararbræv á Vágaportalinum, har sagt verður m. a., at løgmaður og Jørgen Niclasen gjøgnum verandi ella likviderað feløg skylda TAKS mvg
30. mai:
Sosialurin endurgevur skuldsetingarnar og spyr, um nakað man vera um málið.
31. mai:
Løgmaður avsannar á Vágaportalinum skuldsetingarnar, sum hann einki kennir til – og stendur púra spyrjandi
1. juni:
Løgmaður avsannar skuldsetingarnar í Sosialinum: – Eg havi ongan kreditorlista, men eftir míni bestu sannføring skydaðu feløgini ongum nakað. Alt er uppgjørt, og hvør hevur fingið sítt, segði hann
12. juni:
Sosialurin fær innlit í búroknskapin hjá Sp/F Sisero – tí at felagið skyldar Sosialium pengar. Roynt verður at fáa innlit í hini feløgini, tó uttan úrslit
Sosialurin leggur búroknskapin fyri løgmann, sum ikki vil kennast við hann. Sigur seg bara vera minnilutapartaeigara. Men hann er nevndarformaður
3. august:
Sosialurin prenta grein, har víst verður á, at løgmaður, hóast hann hevur sagt nei, hevur givið tí almenna tap upp á 200.000 krónur.
7. august:
Løgmaður sendir út tíðindaskriv, sum hann eisini kunnger á Facebook, har hann sigur seg vera skeivt endurgivnan í Sosialinum 1. juni – altso fyri næstan 10 vikum síðani. Sigur tó einki um, at hann so eisini er skeivt endurgivin á Vágaportalinum.
Løgmaður ber saman støðu sína í Sp/F Sisero við støðu sína sum smápartaeigari í Eik, hóast tað er himmal víður munur á at vera nevndarformaður og smápartaeigari
Sosialurin biður løgmann útflýggja búroknskapirnar, men hesi umbøn sýtir løgmaður.