Minnast øll tey sum eru deyð av ferðsluvanlukku

Tilsamans eru 290 fólk deyð av ferðsluvanlukku í Føroyum, men nú má meiri til fyri at fáa talið á vanlukkum at lækka, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd

Sunnudagin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni , og tey sum liva við missinum, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd í eini fráboðan beint nú.

 

Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at hugsa um hesi álvarsomu viðurskifti, sum henda so nær okkum - men sum vit ofta kortini eru skjót at gloyma. Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni er altíð fyrsta sunnudag í juli. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

 

Tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd, fyritøkur og einstaklingar, sum stuðla tiltakinum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum tók stig til hetta tiltakið at leggja blómutyssi við vegin fyri, á ein stillføran hátt, at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Fyrsta tiltakið var í 2000 og tað er framvegis hann, sum samskipar tiltakið í samstarvi.

 

– Øll árini, síðani tiltakið byrjaði, eru blómutyssi løgd á tey støðini, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í fjør varð tað eitt sindur øðrvísi, tá ið 289 blómutyssi vórðu løgd á Tinghúsvøllin í Havn. Tað var eitt blómutyssi fyri hvønn av teimum, sum eru deyð í ferðsluvanlukku í Føroyum.

 

Í ár verða blómurnar aftur at síggja kring landið, tá sjálvboðin tíðliga sunnumorgun fara at leggja blómutyssi við vegin.

 

 

 

Ein deyðsvanlukka í fjør

 

Eftir fleiri ár við sera lágum deyðstølum í ferðsluni, harav tvey ár við ongari deyðsvanlukku, var ein deyðsvanlukka í fjør. Í desember doyði ein 12 ára gomul genta í eini syrgiligari vanlukku á landsvegnum við Norðskála. Allar deyðsvanlukkur í ferðsluni er vanlukkuligar, men tað er serliga ringt, tá tað eru børn, sum eru fyri vanlukku, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Tilsamans eru nú 290 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrsta ferðsluvanlukkan kravdi eitt mannalív, og tað var í 1928.

 

Seinnu árini hevur verið alsamt longri ímillum álvarsligu ferðsluvanlukkurnar og talið á teimum, sum doyggja í ferðsluni. Men talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða sær ikki út til at lækka. Í 2021 skrásetti politiið 32 ferðsluóhapp við fólkaskaða. Tey síðstu 10 árini hevur hetta talið ligið um 30-35. 

 

Um aldarskiftið var hetta talið annars tvær ferðir so stórt, men tað hendi ein stór broyting til tað betra tá ið promillumarkið fyri rúsdrekkakoyring varð lækkað. Men síðani hevur talið á ferðsluóhappum við fólkaskaða verið á leið tað sama á hvørjum ári.

 

 

 

Nú má meiri til

 

Null-hugsjónin sigur tó, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni í Føroyum. Tí má annað og meira til, fyri at fáa talið á óhappum við fólkaskaða enn longur niður. Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at tað er av alstórum týdningi, at farið verður undir skipaðar kanningar av øllum álvarsligum ferðsluvanlukkum í Føroyum.

 

Víst verður í hesum sambandi til nýggjastu ferðslutrygdarætlanina, har mælt verður til at seta eina skaðanevnd fyri ferðsluóhapp í Føroyum. Hetta fyri at fáa neyðuga vitan um álvarsligar ferðsluvanlukkur. Ein slík skaðanevnd kann kanna, hví tær hendu og hvussu líknandi vanlukkur kunnu fyribyrgjast framyvir. Tað er ein virðiligur máti at læra av vanlukkuligu hendingunum, sum tykjast so óneyðugar og meiningsleysar, sigur. Ráðið fyri Ferðslutrygd.