Eftir áheitan frá stjórnini í Egyptalandi hava teir sponsku myndugleikarnir lagt hald á góðar 18 milliónir evrur, sum fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak eigur í sponskum peningastovnum.
Harumframt hava myndugleikarnir lagt hald á fastar ognir, sum Mubarak eigur í Madrid og Marbella umframt seks bilar av tí dýra slagnum. Virðið er mett til knappar 10 milliónir evnur, sigur BBC.
-Tað er hugsandi, at Mubarak hevur útvegað sær ognirnar fyri pengar, sum hann hevur vunnið sær á ólógligan hátt við eitt nú fíggjarundandrátti ella korrupsjón, sigur ein talsmaður fyri sponsku løgregluna við bretska kringvarpið.
Egyptiska stjórnin hevur biðið øll lond leggja hald á ognir, sum Mubarak og 130 aðrir egyptar eiga í teimum einstøku londunum. Bara í Sveis hava myndugleikarnir lagt hald á 441 milliónir dollarar hjá Mubarak.