Leggja uppskot fyri Løgtingið um at hjálpa fólki

Tað skal gera tað lættari hjá familjum, sum eru illa fyri, at fáa endarnar at røkka saman

– Vit kunnu ikki venda blinda eygað til, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Familjur, sum eru illa fyri, nú nógvir prísir eru nógv hækkaðir, skulu nú fáa hjálp. Tað halda tey í Sambandsflokkinum og tí fara tey nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta.

 

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at tær familjurnar, sum eru ringast fyri, skulu fáa eina upphædd upp á 12.000 krónur, sum verður goldin í einum.

 

Og talan er ikki bara um barnafamiljur, sum skulu kunna fáa stuðul, sigur flokkurin, men tað kunnu pensjónistar, og øll onnur, sum eru illa fyri, eisini.

 

Flokkurin sigur, at tað eru familjur, sum stríðast dagliga fyri at fáa endarnar at røkka saman, og sum hava tørv á hjálp skjótast gjørligt. 

 

– Vit kunnu ikki venda blinda eygað til tann veruleikan, at tað eru familjur í Føroyum í dag, sum ikki kunnu bíða í mánaðir eftir hjálp, sigur Sambandsflokkurin.

 

Samgongan arbeiðir eisini við eini slíkari skipan, men enn er óvist, nær uppskotið hjá samgonguni verður lagt fram. Tað einasta samgongan hevur boðað frá, er, at tað verður heilt skjótt.

 

– Vit kunnu ikki venda blinda eygað til, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum