Íleggjarar hava mist 60 mia. krónur

Tær seinastu vikurnar er partabrævavirðið fallið um allan heimin, og tað hevur kostað íleggjarunum dýrt. 60 mia. krónur hava partaeigarar í 20 teimum størstu donsku fyritøkunum mist, síðani virðið á partabrøvunum byrjaði at fella tann 23. juli. Tað vísir ein útrokning hjá Nordea-bankanum.

Tann 23. juli var OMXC20-vísitalið á kursinum 513,29, men síðani er virðið fallið 4,6 prosent, sum svara til einar 60 mia. krónur.

Nordea ger tó vart við, at tær 60 mia. krónurnar skulu vektast upp ímóti virðinum á 20 teimum størstu fyritøkunum í Danmark, og tað talið er um 1.300 mia. krónur.