Starvsfólk lúrdi eftir manni heima

– Hesa eltingina visti maðurin einki um, fyrr enn tann dagin hann var burturvístur, sigur Starvsfelagið

Í morgun fortelur Starvsfelagið, at eitt fyrrverandi starvsfólk hjá Posta bleiv burturvíst av órøttum, sum nú er staðfest í rættinum. Ein leiðari í Posta meinti, at hesin maðurin hevði snýtt Posta, og tí bleiv hann uppsagdur á standandi fót, sambært Starvsfelagnum. 

 

Og sambært Starvsfelagnum hevur hesin sami leiðarin elt mannin. Starvsfelagið greiðir soleiðis frá:

 

– Leiðarin hjá manninum fekk í september 2020 ta fatan, at okkurt mundi vera galið, tá hann hevði so nógva yvirtíð. Tey seinastu árini hevði hann nógva yvirtíð, sum í mestan mun stavaði frá umlegging av postútberingini.

 

– Leiðarin setti sær fyri at eftirkanna mannin - í loyndum. Hetta varð gjørt á tann hátt, at hann, uttan at siga frá og uttan at hava reglur um slíkt, fylgdi Posta-bilinum hjá manninum via ein GPSara, sum var í bilinum. Hann koyrdi eisini aftan á manninum í tveir dagar við fototóli - alt fyri at kunna prógva sín illgruna um, at maðurin snýtti sær yvirtímar við at draga arbeiðstíðina út um dagarnar og við ikki at stempla út, tá hann átti.

 

– Hesa eltingina visti maðurin einki um, fyrr enn tann dagin hann var burturvístur. Leiðarin vísti honum myndir, sum vóru tiknar av honum, enntá eina mynd í túninum uttanfyri heimið. Maðurin greiðir frá, at tað hevur ávirkað hann og familjuna at fáa at vita, at tað vórðu tiknar myndir uttanfyri heimið og tað kennist ótrygt fyri tey.

 

– Rútarnir hjá okkum standa út til vegin, so tá man hyggur út í myrkrinum, kennist tað ikki gott, tí man veit ikki um nakar stendur har og eygleiðir teg, sigur maðurin við Starvsfelagið.

 

Vit hava spurt Posta um viðmerking, men stjórin hevur onga viðmerking, tí talan er um eitt persónsmál.