Leiðari til Visit Norðoy

Ynskir tú at arbeiða innan eitt øki í støðugum vøkstri ?

 

Ynskir tú at hava ávirkan og standa á odda fyri ferðavinnumenning í Norðoyggjum ?

 

Ynskir tú eitt arbeiði við spennandi og avbjóðandi uppgávum ?

 

Visit Norðoy leitar eftir leiðara!

 

Søkt verður eftir einum eldhugaðum leiðara at arbeiða við ferðavinnumenning og kunning í Norðoyggjum. Viðkomandi er álitisvekjandi, hevur hug at ganga á odda og kann vísa á royndir við leiðslu, men hetta er tó ikki eitt krav.

 

Vit bjóða eitt starv, har uppgávurnar m.a. eru:

 

  • at menna ferðavinnuna í Norðoyggjum
  • at menna felags ferðavinnupolitikk fyri Norðoyggjar
  • at marknaðarføra Norðoyggjar sum ferðavinnumál
  • at røkja og menna samstørv við kommunur, vinnurekandi og borgarar í Norðoyggjum
  • at samskipa tiltøk, útferðir o.a.
  • at samstarva við føroyskar og útlendskar ferðavinnuveitarar  
  • at arbeiða við nýhugsan og nýskapan

 

Tín vangamynd:

 

  • tú hevur viðkomandi útbúgving
  • tú hevur gott innlit í viðurskifti innan ferðavinnu
  • tú hevur góð samskiftisevnir og leiðsluførleikar
  • tú hevur gott innlit í fíggjarlig viðurskifti
  • tú ert nýhugsin og trívist í einum skiftandi arbeiðsdegi
  • tú hevur góðar telduførleikar
  • tú dugir væl at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

 

Tað er ein fyrmunur, um tú hevur arbeiðsroyndir innan ferðavinnuna.

 

Setanarviðurskifti:

 

Umsókn, sum skal merkjast Leiðari til Visit Norðoy, kann sendast saman við CV og avrit av prógvum og møguligum viðmælum, til teldupost input(at)input.fo  í seinasta lagi 15. februar 2023.

 

Um spurningar eru um starvið, ber til at ringja til Símun Gullaksen, nevndarformann á telefon 217055.

 

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.                  

 

Visit Norðoy:

 

Visit Norðoy virkar fyri at savna og geva út upplýsingar um Norðoyggjar og um virksemi í Norðoyggjum. Visit Norðoy kunnar føroysk og útlendsk ferðandi í Norðoyggjum. Visit Norðoy heldur til í Biskupstorginum í Klaksvík.