Leikbann í átta mánaðir fyri pengaspæl

Premier League: Enski áleyparin Ivan Toney hevur fingið leikbann í átta mánaðir, men dómurin vekir undran

Enski áleyparin hjá Brentford, Ivan Toney, hevur fingið leikbann í átta mánaðir og eina bót á 430 túsund krónur fyri at hava vedda. Tað boðar enska fótbóltssambandið frá.

 

Ivan Toney hevur brotið reglugerðina hjá enska fótbóltssambandinum viðvíkjandi vedding. Hann bleiv í novembur 2022 ákærdur fyri at brotið reglugerðina heilar 232 ferðir. Síðani eru 30 nýggjar ákærur komnar afturat.

 

Áleyparin hevur viðgingið fleiri av brotunum, sum snúgva seg um, at hann hevur veddað pengar upp á dystir í enskum fótbólti. Talan er ikki um dystir, sum hann sjálvur hevur luttikið í.

 

Tað hevur vakt undran millum viðmerkjarar, at enska fótbóltssambandið er so strengt viðvíkjandi dómi um veddispæl, men eitt nú ikki revsar serliga hart, tá tað kemur til rasismu.

 

Hartil eru veddingarfyritøkur at síggja sum høvðusstuðlar hjá fleiri feløgum. Eitt nú Brentford sjálvum. Viðmerkjarar spyrja hvussu tað hongur saman, at koma við strangari revsing samstundis sum lýst verður við spæli og vedding runt alla deildina?

 

Dómurin hjá Ivan Toney tekur við beinanvegin. Tí verður hann ikki við seinastu tveir dystirnar av landskappingini. Hann kann spæla aftur 17. januar 2024. Enska fótbóltssambandið hevur biðið FIFA um at gera bannið altjóða, so Ivan Toney ikki kann útleigast til eitt annað land og síðani spæla har.