Leinkja til hondbóltslandsliðs-upptaktssendingina á FM1

(FM1) Andrias Eriksen, Teitur Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen mannaðu panelið sum Sjúrður H. Hoydal reikaði fyri á FM1 í dag

Seinnapartin í dag reikaði Sjúrður H. Hoydal hjá FM1 og trok.fo fyri einari longri hondbóltslandsliðs-upptaktssending, har Andrias Eriksen, Teitur Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen mannaðu panelið. 

 

Føroyar eru vertir fyri einari HM-undanundankapping komandi vikuskiftið har skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagin 14. januar:

17.00 Lettland – Italia

19.30 Luksemborg – Føroyar

 

Leygardagin 15. januar:

17.00 Lettland – Luksemborg

19.30 Italia – Føroyar

 

Sunnudagin 16. januar:

15.30 Italia – Luksemborg

18.00 Føroyar – Lettland

 

Menn hava vónir um, at Føroyar kann enda á tveimum teimum ovastu plássunum, ið geva víðari luttøku í kappingini.

 

Stórur spenningur er eisini um Elias Ellefsen á Skipagøtu verður klárur til HM-undanundankappingina komandi vikuskiftið. 

 

Í sendingin vóru eisini samrøður at hoyra sum Sjúrður H. Hoydal hevði gjørt við landsliðsspælarar og landsliðsvenjaran, Peter Bredsdorff Larsen. 

 

HER  er leinkjan til landsliðs-upptakssendingina.