Skulu leirvíkingar ikki spæla tveir eyka dystir um plássið í næstbestu deildini, so kenna teir í øllum førum treytirnar. Stig skulu á borðið, tá teir í komandi dystunum skulu takast við ÍF og VB, annars verður talan um eitt pláss sum næst niðasta liðið í deildini.
Leygardagin hevði LÍF annars sín trið-seinasta kjans at skava stig saman, og leingi bendi tað tann vegin, at okkurt skuldi spyrjast burtúr úr dystinum móti B36.
Tó at heimaliðið hevði yvirvág, so kom einki mál fyri steðgin, men so fór árstalsfelagið av álvara ígongd. Við tveimum málum frá Sonna Johansen og síðani við einum frá ávíkavist Dánjal Petur Johansen, Áka Mørk og Jón Brekku vann B 36 seg upp á eina 5-0 leiðslu, áðrenn Kaj Eli Olsen at enda pyntaði um úrslitið.
Meðan hetta fyri LÍF soleiðis tykist hava eina tunga lagnu við sær, so sær tað øðrvísi og meira ljóst út hjá B36. Teir høvdu annars ikki eina serliga góða byrjan, men í summarsteðginum varð liðið væl styrkt, og tað tykist eisini, sum hevur liðið megnað at hildið fast um góða rákið síðani hetta. Heiðursmerki verður talan neyvan um, men fyst og fremst mundi málið undan árinum vera at halda liðnum í deildini, og hesum hava teir í øllum førum rokkið.