Leirvíkingar skapa fleiri arbeiðspláss í supply-vinnu

Leygardagin kemur fyrsti suppply-nýbygningurin hjá leirvíkingum á Havnina. Skipið er ov stórt til havnina í Leirvík, og tí verður skipað fyri almennari móttøku og navngeving í Havn, eins og døgurði verður fyri innbodnum seinni um dagin

Nýbygningur

 

Leirvíkingar fara nú av álvara í supply-vinnuna, og gongst sum ætlað, kemur fyrsta supply-skipið, sum Sjóborg hevur latið smíða, á Havnina leygardagin.

Skrokkurin á hesum fyrsta skipinum av tveimum – ella trimum – er smíðaður í Turkalandi, og síðan er skipið gjørt liðugt í Noregi. Byggikostnaðurin liggur um 240 miljónir krónur. Seinni skrokkurin hjá leirvíkingum er smíðaður í Portugál, og hin triði er eisini smíðaður í Turkalandi.

Tummas Justinussen, sum er høvuðsmaðurin aftanfyri hesa stóru supply-verkætlan hjá leirvíkingum, sigur, at í løtuni er ikki endaliga gjørt av, hvussu verður við triðja skipinum, og nær hetta ætlandi kemur, men hetta er nakað, sum teir í løtuni arbeiða við.

Hetta fyrsta skipið, sum kemur úr Noregi nú leygardagin, verður alment navngivið á Havnini, men longu nú hevur Eik Banki, sum saman við Realinum og Landsbaka Íslands fíggja hesa verkætlan, kunngjørt navnið, sum verður Eldborg.

Tummas Justinussen sigur, at almenna móttøkan ætlandi byrjar klokkan 14, og seinni verður døgurði fyri innbodnum.

Orsøkin til, at Eldborg ikki kemur á Leirvík, er í stuttum, at skipið er ov stórt til tess. Longdin liggur um 80 metrar og breiddin um slakar 18 metrar.

Eldborg er eitt sera framkomið supply-skip, og kønir meta, at byggikostnaðurin – um sáttmálin varð undirskrivaður í dag – hevði verið væl størri, kanska einar 300 miljónir norskar krónur.

Næsta skipið hjá Supply Service kemur til Føroya seinni í heyst. Tekningarnar eru at kalla tær somu, men hetta skipið er útgjørt øðrvísi og kostar soleiðis eisini nakar miljónir krónur meira, helst einar 285 norskar miljónir tilsamans.

Tummas Justinussen sigur, at 11 mans verða umborð á Eldborg í senn, men tilsamans 22 mans verða knýttir at skipinum í tveimum vaktum.

 

Tógvið stríð

- Hetta er eitt úrslit av átta ára longum arbeiði. Tað hevur ikki verið nøkur løtt uppgáva at fáa allar tær góðkenningar, sum skulu til fyri luttøku í hesum slagnum av tænstu til oljuvinnuna, men vit hava havt gott fólk aftrat okkum.

Norðmenn eiga sín lut í verkætlanini, men nógv tann størsti parturin er føroyskur. Feløgini, sum eiga hesi bæði skipini, verða burturav rikin í Føroyum, og tað verða skipini eisini.

- Vit samstarva við góð fólk, og millum hesi er Per Sævik, sum er ein hin kendasti offshore-maðurin í Noregi, og vit hava Tage Bundgaard, sum var stjóri í Mæersk Supply í eini 25 ár. Hesir royndu menn hava tænt okkum væl, og teir eru báðir í nevndini við pápa mínum, Osmundi Justinussen, sum nevndarformanni. Petur H. Jacobsen er um íløgufelagið Løkir, sum eigur part í verkætlanini, eisini í hesi nevnd felagsins.

Tummas Justinussen sigur, at nú hetta fyrsta skipið kemur heim til Føroya, eru teir sera spentir upp á hesa verkætlan, og felagið fegnast um at hava fingið ein fýra ára langan sáttmála um tænastuveitingar.

- Nú vit um stutta tíð fara í gongd eftir tógvið stríð gjøgnum langa tíð, eru tað mong, sum eiga stór tøkk uppiborna fyri, at vit nú eru komin so langt. Hetta geldir fólk bæði á landi og sjógvi, sum á ymiskan hátt hava verið við til at gjørt verkætlanina møguliga.

 

Góðar treytir

- hørð krøv

Eldborg, sum hevur 800 fermetrar av deksplássi, hevur sonevnt ”clean design” sum merkir, at øll atlit til umhvørvi eru tikin, ið eru møgulig við einum dieselriknum skipi.

Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Supply Service, sigur, at eitt nú er Co2-útlátið lítið í mun til onnur líknandi skip, og dupulti skrokkurin veitir tryggleika.

Tummas Justinussen er saman við hinum eigarunum sera væl nøgdur við, at tað hevur eydnast felagnum at tryggja skipinum eina fýra ára langan sáttmála.

- So drúgvir sáttmálar eru óvanligir, og ikki minst, tá vánaliga búskaparliga støðan í heiminum verður havd í huga, eru vit sera væl nøgdir, leggur hann aftrat.

Sáttmálin fyri Eldborg er gjørdur við samtakið, ið er samansett av Det Norske Olieselskap, Vinterhoalls og Oddfjell Drilling.? ?

- Treytirnar í sáttmálanum eru góðar, men afturfyri eru krøvini hørð, sigur Tummas Justinussen.? ?

-