Løgreglan í Norðurjútlandi leitar nú eftir einari 20 ára gamlari grønlendskari kvinnu, Karen Karla Brønlund. Hon hevur verið saknað, síðan hon fór úr heimi sínum í Brønderslev í Norðurjútlandi mánadagin.
- Vit hava, síðan vit fingu fráboðanina í gjár, leitað eftir henni fleiri staðni, eitt nú í heimbýnum, Brønderslev, Hjørring og Aalborg, har hon ofta var. Men, tíverri hevur leitingin einki úrslit givið higartil.
Tað sigur løgreglukommiserurin, Michael Elkjær, í tíðindaskrivi.
Løgreglan biðir tískil almenningin um hjálp í vónini um, at onkur hevur sæð Karen Karla Brønlund - ella, at onkur veit, hvar hon er.
Grønlendska kvinnan, sum leitað verður eftir, er 155 sentimetrar høg. Hon hevur langt hár og var í svørtum dýnujakka. Helst hevði hon eina lítla bláa tasku uppi á sær, tá hon seinast varð sædd.
- Karen Karla Brønlund hevur sín uppruna í Grønlandi. Hon snakkar grønlendskt og skilir bara eitt sindur av donskum.
Løgreglan leggur aftrat, at kvinnan dugir ikki væl at ansa sær sjálvari, og tí eru tey ógvuliga stúrin um hana og heita á almenningin um at siga frá, um tey halda seg vita nakað um ungu kvinnuna at siga.