Djúpvatnstrolarin Sjagaklettur varð í 2003 keyptur úr Íslandi til Hvalbiar. Hóast hetta var eitt gamalt skip, smíðað í 1975, fingu hvalbingar so dugnalig sjófólk teir eru tað at bera rættiliga væl til við hesum skipi.
Sjálvt í eini tíð, har djúpvatnstrolarar í síni heild vóru í tungum sjógvi ikki minst orsakað av høgum oljuprísum og høgum liturprísi fingu hvalbingar góðan rakstur í skipið.
Fyrst í hesum árinum varð Sjagaklettur lagdur, tí mett varð ikki, at tað loysti seg at seta skipið í nýtiligan stand, nú árini vóru vorðin so mong.
Mikkjal Hammer er stjóri í felagnum P/F Sjagaklettur, sum eigur loyvini hjá skipinum. Hann sigur, at nú teir einki skip hava havt til dagarnar hjá Sjagakletti, hava hesir í ár verið partur av loyvinum hjá øðrum djúpvatnstrolara í Hvalba, nevniliga Steintóri.
- Men vit leita eftir øðrum skipi fyri Sjagaklett. Tað hava vit gjørt í eina tíð, og vit leita framvegis.
Mikkjal sigur, at skal skip keypast fyri Sjagaklett, sum ætlanin er, er avgerandi, at prísurin ikki er ov høgur, tí annars fæst ikki líkinda rakstur í virksemi.
- Djúpvatnstrolararnir eru komnir við upp í fiskidagaskipanina, og allir hava ov lítið dagatal. Hetta saman við stórari oljunýtslu og høgum liturprísi ger, at hesi skip ikki skulu verða ov dýr.
Stjórin í P/F Sjagakletti sigur seg ikki duga at meta, um teir fara at finna nakað skip í hesum árinum.
- Men vit hyggja okkum um alla tíðina, og vit vóna at finna rætta skipið, áðrenn langt um líður, sigur Mikkjal Hammer.