Tað er listamálarin Jørgen Rud, sum eisini er útbúgvin í listsøgu, sum í hesum døgum er í Føroyum og leitar eftir málningum eftir kenda, danska listamálaran, Niels Bjerre.
Tá ið Jørgen Rud las listsøgu á universitetinum, skrivaði hann sergrein um Niels Bjerre og í hesum sambandi hevur hann stóran áhuga í at vita, hvar allir málningarnir, sum liggja eftir hann, eru.
Tí er hann áhugaður í at sleppa at skráseta so nógvar málningar eftir Niels Bjerre, sum gjørligt.
Og tá ið Jørgen Rud er komin til Føroya í hesum sambandi er tað ikki av tilvild, tí Niels Bjerre var í Føroyum í tveimum skiftum í 1925 og 1926.
Í Føroyum málaði hann eisini fleiri málningar og hann hevði listaframsýning her á landi, sum avbera nógv fólk vitjaðu eftir tátíðar metum.
Hann undirskrivaði ofta sínar málningar við forbókstavunum NB.
Tí ivast Jørgen Rud ikki í, at onkrir málningar eftir Niels Bjerre eru í Føroyum og teir vil hann fegin hava høvi at skráseta.
Tá ið Niels Bjerre var í Føroyum, var hann serliga á Eiði, men hann hevur eisini málað í Kvívík og við Gjógv.
Tey, sum hava málningar eftir Niels Bjerre, fáa fatur á Jørgen Rud á telefon nummari 26 68 52