Leitað hevur verið við skipum, bátum og tyrlu í einum stórum øki millum Sisimiut og Maniitsoq. Jollan, sum er lík hesari, er 17 føtur long og hevði ein viðfestimotor. Mynd: Grønlands Politi.

Leiting eftir tveimum fólkum í Grønlandi er steðgað

Ein maður og ein kvinna, 40 og 37 ár, fóru mikukvøldið úr grønlendsku bygdini Itilleq til Kangaamiut, men tey komu ongantíð fram, og nú er leitingin steðgað.

 

 

Leitað hevur verið við skipum, bátum og tyrlu í einum stórum øki millum Sisimiut og Maniitsoq. Jollan, sum er lík hesari, er 17 føtur long og hevði ein viðfestimotor. Mynd: Grønlands Politi.

Fríggjadagin hin 13. mai legði Grønlands Politi út hesa mynd av einari jollu, samstundis sum tvey fólk vórðu eftirlýst. Í eftirlýsingini segði løgreglan, at jollan, sum fólkini vóru í, var av hesum slag, sum jollan omanfyri. 

- Í jolluni eru tvey fólk, ein 40 ára gamal maður og ein 37 ára gomul kvinna. Tey fóru úr bygdini Itilleq mikukvøldið klokkan 23.50 til Kangaamiut, men eru ongantíð komin fram til Itilleq, og leitað hevur verið síðan hósdagin. 

 

Løgreglan segði, at familjurnar høvdu ikki hoyrt eitt orð frá teimum báðum saknaðu .

 

Grønlands Politi fekk boðini umleið klokkan 10 hósmorgunin. Leitað hevur verið á leiðini millum nevndu bygdir eftir hesi 17 fóts jollu við svørtum botni, sum hevur ein viðfestimotor, 100 HK Suzuki.

 

Leygarmorgunin boðaði Grønlands Politi so frá, at leitingin eftir teimum báðum saknaðu nú er steðgað. Umframt Grønlands Politi og Arktist Kommando, hava eisini lokal verið við í leitingini.

 

Løgreglan sigur, at leitað hevur verið við skipum, bátum og tyrlu í einum stórum øki millum Sisimiut og Maniitsoq, men nú hava tey avvarðandi fingið boðini um, at leitingin er steðgað.

 

Grønlands Politi og Arktisk Kommando takka borgarum, sum vóru við í leitingini eftir teimum báðum saknaðu, skrivar løgreglukommiserurin, Gideon Quist, í tíðindaskrivi, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur gjáramorgunin.

 

 

 

 

 

 

 

Leitað hevur verið við skipum, bátum og tyrlu í einum stórum øki millum Sisimiut og Maniitsoq. Jollan, sum er lík hesari, er 17 føtur long og hevði ein viðfestimotor. Mynd: Grønlands Politi.