Leitingin eftir Sjóborg er steðgað

Leitingin eftir Sjóborgini av Strondum, sum hvarv seinnapartin hósdagin, steðgaði um átta tíðina fríggjakvøldið. Tað einasta sum funnið varð og sum kundi setast í samband við Sjóborgina, var ein bjargingarringur

Tað er sorg í Føroyum og serliga á Strondum, tí tey hava mist fimm mans í besta aldri.


Hósdagin var Sjóborgin á veg inn á Toftir, men hon vann ongantíð upp land. Hvat er hent, og hvussu, verður neyvan nakrantíð staðfest, tí báturin hvarv og er ikki afturfunnin.


Samband var við Sjóborgina um trý tíðina seinnapartin hósdagin. Tá vóru teir staddir umleið tríggjar fjórðingar úr Mýlingi á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp. Teir ætlaðu sær inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið, og skuldu eftir ætlan verða á Toftum umleið klokkan seks hóskvøldið.


Tá báturin ikki var komin vegin fram klokkan hálvgun sjey og samband ikki fekst við bátin um radio, var leiting sett í verk. Umframt Vædderen og vaktarskipini Tjaldrið og Nim luttóku ikki færri enn 20 føroysk skip í leitingini. Tyrlurnar hjá sjóverjuni og hjá Atlansflog luttóku eisini í leitingini. Tær leitaðu allastaðni fram við landið, men funnu einki.


Leitað var alla náttina uttan úrslit og tíðliga fríggjamorgunin varð eisini Gulfstream flogfarið hjá sjóverjuni sett inn í leitingina.


Umleið klokkan sjey fríggjakvøldið fann eitt av leitingarførunum ein bjargingarring frá Sjóborgini einar 13 sjómíl vestur úr Mýlingi. Tað er higartil tað einasta, sum funnið er. Onkrir fiskakassar eru eisini funnir, men tað er ikki møguligt at siga, um teir stava frá Sjóborgini, tí tað eru fleiri skip, sum brúka hesar kassar, og tí at teir eru ikki merktir við skipanavni.


Leitingin steðgaði tá myrkið legði seg fríggjakvøldið, men fleiri skip og bátar hildu tó fram við at leitað.


Seinnapartin leygardagin segði vakthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, at Tjaldrið og Nim fara at halda fram við leitingini eina tíð enn, serliga fram við landið, men av tí at tað viðrar illa norðanfyri í løtuni, ber ikki til at leita í løtuni.


Leitingin hevur fevnt um sera stórt økið. Sambært tíðindaskrivinum frá Færøernes Kommandu, sum hevði leitingini um hendið, varð leitað út til 70 sjómíl vestur, 50 sjómíl norður og 50 sjómíl suður um Føroyar. Harumframt hevur eisini verið leitað millum oyggjarnar.