Leivur og Rógvi taptu á heimavølli

Tað gjørdist ein slakur føroyingadagur í næstbestu hondbóltsdeildini í Danmark

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Leivur Mortensen, ið hevur funnið seg væl til rættis í FIF skoraði fimm fyri FIF í dag. Talan gjørdist tó ikki um eina góða heildaruppliving, tí FIF var fyri stórtapi 26-38 á heimavølli fyri Grindsted.

 

Grindsted var á odda 19-14 í steðginum. 

 

Liðið hjá Rógva Dal-Christiansen, Roskilde var eisini fyri tapi á heimavølli. Roskilde tapti 23-27 fyri Odder. 

 

Odder var á odda 14-11 í steðginum.

 

Rógvi skoraði eitt mál fyri Roskilde í dag.

 

FIF er nummar seks í deildini við 10 stigum. Roskilde er aftast í deildini við bert fimm stigum.