Lestrargongan verður í annaðkvøld

Vælumtókta lestrargongan fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn, verður í annaðkvøld

Lestrargonga var í fjør roynt fyri fyrstu ferð millum føroysk lesandi í Keypmannahavn, og tiltakið eydnaðist avbera væl. Tí hava MFS og lestrarfeløgini í Keypmannahavn aftur í ár valt at skipa fyri lestrargongu, sum verður í annaðkvøld.

 

Endamálið við tiltakinum er, at savna føroysk lesandi, og at stimbra um lestrarumhvørvið við at skapa tættari tilknýti millum tey lesandi í Keypmannahavn.

 

Lestrargongan 2017 byrjar í morgin – fríggjadagin – klokkan 16:00 í Føroyahúsinum, har ymiskt verður á skránni. Millum annað koma føroyskar fyritøkur at hava básar í Føroyahúsinum, har tey kunnu hjálpa teimum lesandi við ymiskum viðurskiftum. Eisini borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, fer at siga nøkur orð.

 

Aftaná tað byrjar sjálv lestrargongan, har lesandi fylgjast í smærri bólkum úr barr í barr í sjálvum hjartanum í Keypmannahavn. Bólkarnir verða í høvuðsheitum skipaðir eftir skúla og lestrarleið. Aftaná at hava vitjað barrirnar, heldur lestrargongan fram í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv, har Páll Finnur Páll spæla til dans, umframt at DJ Broseph fer at diska.

 

Undirtøkan fyri lestrargonguni hevur verið avbera góð. Fyrireikararnir siga, at tiltakið hevur verið útselt í eina tíð, og tey halda, at tørvur er á einum slíkum tiltakið, har lesandi samlast fyri at hugna sær og fyri at møta øðrum lesandi í Keypmannahavn.