Letur tú teg ikki koppseta fært tú covid-19

- Valið stendur ímillum at lata seg koppseta - ella at fáa covid-19, tí hetta er ikki eitt val ímillum koppseting ella einki, sigur professarin og immunologurin, Anne Spurkland.

– Antin fær tú koppingarevni ella covid-19. Tað er valið, um tú ikki tekur ímóti koppingarevni. Tekur tú ikki ímóti koppseting, fært tú fyrr ella seinni covid-19. Smittan verður ikki burtur soleiðis beinanvegin.

 

Tað sigur professarin, immunologurin og høvundurin, Anne Spurkland, við VG. 

 

Hon er fullvís í, at tey allar flestu, sum velja ikki at koppseta seg, fara at fáa ovid-19.

 

Hon vísir á, at hóast smittutrýstið minkar, samstundis sum fleiri og fleiri gerast koppsett, kunnu eisini koppsett gerast smittað og soleiðis eisini spjaða smittuna.

 

- Tað er ikki vist, at fólk, sum eru koppsett, fara at merkja nakað serligt til sjúkuna, og hesi fara helst ikki at brúka masku ella halda frástøðu, og soleiðis verður smittan borin víðari, sigur Anne Spurkland við VG. 

 

##med2##

 

Ert tú vís í, at hetta verður so, tá lítil smitta er í samfelagnum?

 

- Øll, sum velja ikki at lata seg koppseta, eru í prinsippinum í vandabólki. Um fleiri siga nei takk til koppseting, gevur hetta møguleikar fyri framhaldandi smittuspjaðing, sigur professarin.

 

Anne Spurkland leggur aftrat, at valið sostatt stendur ímillum at lata seg koppseta - ella at fáa covid-19, tí hetta er ikki eitt val ímillum koppseting ella einki, sum hon tekur til.