Tað ger hann kunnugt á Facebook:
– Fyrr var EG ein aktivur Tjóðveldismaður, ja sum heilt ungur. Tað dámdi mær væl, har menn sum Petur Reinert, Ovi Mikkelsen og Erlendur Patursson vóru í hásæti. Pápi mini umboðaði eisini Tjóðveldi í 8 ár hjá Vágs kommunu.
– Sum støðan er í løtuni, føli eg ikki at EG skal vera longri í Javnaðarflokkinum. EG havi altið verið ein tjoðskaparligur liberalur sosialist, og TAÐ forsvinnur ikki. EG føli ikki ein pinn uppbakning í mínum egna flokki i løtuni av ti orøk, at ein er meldaður. Halló EG havi barst fyri øllum mínum áhugamálum, og nógv er framt í verki. Men EG føli, sum EG ERI stungin av øllum. Fari at ynskja tykkum alt TAÐ besta i hesari sera óhugnaligu tilveru.
Men UM tjðveldi ynskir meg, eri eg til dystin fús, líkamikið, hvat mín tilvera blívur.
UM ikki ja, so havi EG nu kunngjørt hvat EG føli og meini. Gott vikuskifti øll.
Ymsar eru grundgevingarnar fyri at skifta flokk. Gerhard Lognberg bleiv sambandsmaður, og Heðin Mortensen bleiv javnaðarmaður.
Men tá tú ert tjóðskaparligur liberalur sosialistur, so kanst tú jú eisini vera sambandskur tjóðveldismaður. Ella sum skaldið segði:
– Sig okkurt skvaldur so verður tú valdur...