Lewandowski er kosin ársins spælari í Týsklandi

Robert Lewandowski er kósin ársins spælari í Týsklandi í 2021

Robert Lewandowski er kosin ársins spælari í Týsklandi í 2021. Pólski áleyparin gjørdist enn einaferð topskjútti við sínum 48 málum. Harafturat megnaði hann at gera níggju upplegg.

 

Prísurin er tongdur at atkvøðum frá miðlafólki úr blaðnum Kicker, sum atkvøða á tann leikaran, ið tey meta hevur verið bestur.

 

 

 

Lewandowski fekk heili 356 út av í alt 563 atkvøðum. Hann vann atkvøðugreiðsluna frammanfyri liðfelagunum Thomas Muller (41) og Joshua Kimmich (25), og harafturat Erling Haaland, ið fekk 38 atkvøður. Hetta er annað árið á rað, at Lewandowski vann prísin