Tá ið Smyril varð bygdur, varð sagt, at hann skuldi nøkta tørvin á flutningi til og úr Suðuroy langt fram í tíðina.
Í allarflestu førum er tað heldur ongin trupulleiki. Kortini kemur tað meiri enn so fyri, at hann longu er ov lítil, so at bilar standa eftir á bryggjuni.
Bara í farnu viku hendi tað tvær ferðir, at bilar standa eftir.
Á Strandferðsluni eru tey greið yvir trupulleikan og umhugsa nú, hvussu hann kann loysast.
Tað liggur so í øllum førum fast, at sum støðan er nú, verður ikki talan um at hann fer at sigla fleiri túrar, tí tað er ongin játtan til.
Hinvegin fer Strandferðslan nú at laga ferðaætlanina til og at gera onkrar broytingar fyri at lætta um trupulleikan.
Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskiparin, sigur, at eitt, sum ger seg galdandi, er at Skipafelagið er hildið uppat at sigla upp á Suðuroy og tað ger, at allur farmur til og úr Suðuroy nú skal við Smyrli.
Sostatt er nøgdin av Farmi vaksin ógvuliga nógv.
Samstundis er væntandi, at enn fleiri farmur verður at flyta í summar, tá ið alivinnan í Suðuroy fer at taka laks
Jan Haldansen, leiðari á Sjódeildini, sigur, at tá ið nógvur farmur er við, blokerar tað fyri hyllunum, tí fyri tryggleikan hjá skipinum kann allur tann tungi flutningurin ikki flytast út í borðið.
- Sostatt er viðhvørt neyðugt at seta treylarar og bingjur inn ímóti keysingini og tá fáast hyllarnar ikki niður og tá sleppa sjálvsagt nógv færri bilar við.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at summi av teimum, sum ikki sleppa við, eru ferðafólk við bili, sum eru ov sein til skipið.
- Tað stendur í ferðaætlanini, at fólk við bili skulu verða á bryggjuni í seinasta lagi eitt korter áðrenn skipi siglur fyri at manningin kann leggja til rættis, hvussu skipið skal lastast.
- Men tað kemur meiri enn so fyri, at bilar koma til skipið nógv seinni enn tað og tað elvir til trupulleikar, sigur Jan Haldansen.
Nýggj ferðaætlan
Í eini roynd at bøta um støðuna og fyri at rætta aðrar skeivleikar, fer Smyril at broyta ferðaætlan tann 15. mai.
Tá verður talan um broytingar ávísar dagar um vikuna, sigur Jens Petur Brattalíð.
Ein broyting er, at mánadag og mikudag siglur Smyril nú úr Havn klokkan 13.30, men tann verður er flutt til klokkan 16.
Tað er fyri at tað skal bera til at fáa so nógvan farm sum gjørligt við hendan túrin ístaðin fyri at lata alt bíða til kvøldtúrin.
Eftir galdandi ferðaætlanin siglur hann so úr Suðuroy aftur klokkan 18.30 og tað er óbroytt, men fráferðin suðuraftur klokkan 20.30, er flutt til klokkan 21, tí tað hevur gingið illa at halda ferðaætlanina um kvøldið.
Fríggjamorgum fer Smyril at sigla av Krambatanga klokkan sjey alt árið og ikki klokkan seks helvtina av árinum, sum nú.
Leygardag er eisini ein broyting, tí tá siglur hann suður klokkan 15.30, men tann ferðin verður flutt til klokkan 16.
Hetta er fyri at geva ítróttarfólkið úr Suðuroy eina løtu afturat í Havn.
Hinvegin er kvøldtúrurin leygarkvøld, sum er klokkan 21, fluttur fram til klokkan 20.30.
Stabilisatorarnir virka fínt
Annars hava leysasøgur gingið um, at stabilisatorarnir á Smyrli eru óvirknir í løtuni, men tað avsannar Strandferðslan.
-Teir virka fínt. Hinvegin hava vit eftirkannað teir í seinastuni, men tað hevur bara verið vanligt eftirlit, sigur Jan Haldansen.