Klaksvík:
Nógvir hundar ganga leysir, og tað er til miklan ampa fyri nógv fólk.
Andrass Joensen, hundafangari í Klaksvík, sigur, at leysir hundar eru ein stórur trupulleiki í kommununi. Hann sigur eisini, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum tykist at vera sera torførur at loysa.
- Nógv fólk eru bangin fyri hundum, og kanska serliga eisini bangin fyri, at hundarnir skulu gera seg inn á eitt nú børn, tí vit vita jú øll, at børn vilja fegin kela fyri hundunum, sum tey síggja, greiðir Andrass frá.
- Onkuntíð boða fólk sjálvi frá, at ein hundur gongur leysur. Og onkuntíð hava fólk simpulten tikið hundin sjálvi og bundið hann, og so ringja tey til mín, sigur Andrass, sum ikki dylir fyri, at hann heldur, at summi fólk, sum kanska eru vorðin troytt av teirra hundi, gera sær dælt av, at teir verða avlívaðir, um teir ikki verða avheintaðir.
- Men tað er ikki altíð, at eg fangi teir. Eru tað teir somu hundarnir, so kenna teir meg aftur, tá teir síggja meg, og so renna teir undan.
Tá ein hundur er tikin, verður hann koyrdur inn í eitt hús, sum kommunan hevur til tað sama. Har verður hundurin so passaður inntil eigarin kemur eftir honum. Men tað er ikki ókeypis. Fyri tað fyrsta, skal eigarin rinda eitt upptøkugjald, sum er 300 krónur, og so fær hann eisini eina bót fyri at hava brotið hundalógina. Um hundurin stendur inni meira enn eitt samdøgur verða 125 krónur eyka um døgnið lagdar afturat. Og verður hundurin ikki avheintaður innan trý samdøgur, so verður hann avlívaður. Henda mannagongdin verður nýtt allastaðni í landinum, tá ein leysur hundur verður tikin.
Tá tíkir ganga á illum...
Andrass vísir eisini á, at tá tíkir ganga á illum, er tað serliga ringt. Tá royna tey, sum eiga tíkina kanska at halda hana innandura, men allir hannarnir, sum ganga leysir tevja seg fram til tíkina og ganga so og gnaga bæði úthurðar og alt annað kring húsið, sum teir kunnu fáa fatur á.
- Tá er tað so ikki tey, ið eiga tíkina, sum hava feilin, men hundaeigarar, sum loyva hundunum leysar út, sigur Andrass, sum veit at siga um nøkur fólk, sum áttu eina tík, ið gekk á illum.
- Tá kom ein hundur har, og hann gjørdi so nógvar ónáðir, at fólkini tóku hann inn og koyrdi hann inn á WC -ið í kjallaranum, og so ringdu tey eftir mær. Tá eg so kom, og vit fóru inn eftir hundinum, ja...tá skuldi tú sæð WC-ið. Hundurin hevði so raserað tað til. Tað sá ræðuligt út inni har, greiðir Andrass frá.
Andrass er blivin bitin tvær ferðir av hundum, sum hann hevur tikið, men tað hevur tó ikki verið nakað álvarsligt. Hann veit heldur ikki um nakra hending, har hundur hevur lagt á nakran og nakað álvarsamt er hent, tíbetur.
Men hann sigur seg eisini stúra meira fyri hesum stóru hundunum, sum verða innfluttir.
tí um ein tílíkur hundur leggur á eitt barn, so er ikki lukkuligt.
Andrass heitir so staðiliga á hundaeigarar, um ikki at loyva hundunum út einsamallir, tí tað er ikki loyvt at hundar ganga leysir, og tað er eisini til miklan ampa fyri fólk.
Fólk líkaglað
Frá politistøðini í Runavík frættir Sosialurin, at leysir hundar eru eisini ein trupulleiki í Eysturoynni. Har er ein hundafangari, sum er í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík og úti á Skálafirðinum, men tað er tað sama sum í Klaksvík. Tað er torført at fanga allar hundarnar, sum ganga leysir. Serliga tá, tað eru teir somu, sum ganga aftur.
- Fólk eru líka glað. Tey leggja ikki serliga nógv í hundarnar hjá sær, tá teir bara ganga soleiðis fyri vág og vind, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Vakthavandi sigur eisini, at tað hava verið onkrir trupulleikar av leysgangandi hundum nú undir lembingini, og so hava hundarnir eisini gjørt seg inn á gæs.
Frá løgregluni í Tórshavn frættir Sosialurin, at trupulleikin eisini er stórur har.
Vakthavandi sigur, at løgreglan fær javnan fráboðanir frá fólki um, at hundar eru leysir. Serliga ofta gera fólk vart við, at hundarnir renna eftir børnum, og so verða fólk sjálvandi upp aftur meiri ørkymlað og bangin fyri hesum hundunum.
Ikki hevur tað tó verið so nógv av at hundar gera seg inn á eitt nú havar og tílíkt. Tá er tað mest seyður, sum kanska er sloppin úr onkrari trøð onkunstaðni, sum ger ónáðir. Men hóast tað kann verða dýrt at fáa hundin leysan aftur, aftan á at hann er tikin upp, so letur tað ikki til, at nakar bati er at hóma í málinum.
Tórshavnar Kommuna hevur ein aktingarmann, sum hevur til uppgávu at taka sær av øllum slíkum, sum hevur við leysgangandi djór at gera. Eisini skal aktingarmaðurin taka sær av trupulleikum, sum til dømis rottur.
Vakthavandi sigur at enda, at í Nólsoy er trupulleikin við leysum hundum sera stórur. Løgreglan hevur verið úti í Nólsoy, men tað gongur bert stutt tíð, so er søgan tann sama aftur.