Liðið hjá Boga Simonsen vann

Seinasti dysturin í FM í bridge fyri lið gjørdist ein sonn finala, har nummar eitt og tvey stóðu púra jøvn áðrenn seinastu 28 spølini.

Liðið hjá Boga Simonsen (Arne Mikkelsen, Arnbjørn Sivertsen, Jens Midjord, Jákup Hjaltalin og Hans Jacob Petersen) vann finaludystin á liðnum hjá Per Kallsberg (Balle Mohr, Jóannes Mouritsen, Egil Sondum,

Heðin Mouritsen) rættuliga sannførandi 23-7.

Liðini lógu púra jøvn áðrenn seinasta dystin. Per hevði 189 og Bogi 188.

Fyri fyrstu ferð var finaludysturin vístur beinleiðis á internetinum, har til bar at fylgja við kort fyri kort. Næstan 300 fók fylgdu við dystinum á netinum.