LIÐUGT: B71 vann púra óvæntað í Fuglafirði

Portalurin hevur fylgt beinleiðis við teimum fýra landskappingardystunum, sum vóru spældir seinnapartin. B71 vann fyrstu stigini seinnapartin. Sandoyingar vunnu púra óvæntað í Fuglafirði. ÍF var meira á bóltinum og trýsti serliga seinastu løtuna, men B71 gjørdi manngarð á brotsteigarleiðini. Úrslitið var 2-1.

 

B36 heldur fast um oddasessin. Árstalsfelagið vann oddadystin í Klaksvík. Úrslitið var 2-0. Sigurin var uppiborin, tí tað var meira bit í álopsspælinum hjá B36 í einum lítið undirhaldandi fótbóltsdysti. Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz skutu málini í seinna hálvleiki.

 

HB knógvaði EB/Streymi í Gundadali. Úrslitið var 3-2. Verandi føroyameistararnir tóku av sínum málmøguleikum. Sundalagsmenn vóru meira á bóltinum, men HB dugdi betur í álopsspælinum.

 

NSÍ vann knúsandi stórsigur og eyðmýkti 07 Vestur í Runavík. Úrslitið var heili 9-0.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

KÍ ? B36 0-2 (0-0)

0-1: Jákup á Borg

0-2: Lukasz Cieslewicz

 

94 Dysturin er liðugur. B36 vann 2-0.

93 Hýrurin er góður á B36-áskoðarunum. ?Í ár verða vit føroyameistarar? syngja hvítklæddu viðhaldsfólkini.

90 Fýra minuttir eru lagdir afturat.

89 KÍ var sera nær við at minka um munin. Hjalgrím Elttør stýrdi einum innleggi móti málinum. Fleiri klaksvíkingar mettu at bólturin var innanfyri, men málið var ikki viðurkent.

86 B36 skiftir út. Jákup á Borg er farin út, og Sigurd Carlsson er komin inn.

80 Nú restar ikki nógv í. Kristoffur Jakobsen, KÍ, hevði eina roynd, sum brast á stongina, annars hava klaksvíkingar ikki havt nógv at bjóða í framrættaða spælinum. Tað er einki sum bendir á, at KÍ fær stig burtur úr hesum dystinum. B36 roynir at taka ferðina av bóltinum.

75 B36 skiftir út. Heini í Skorini fer av vøllinum, og Kenneth Jacobsen loysir hann av.

68 MÁL! Nú er 2-0 í Klaksvík! Lukasz Cieslewicz setti ferð á við bóltinum, og framherjin var staddur fáar metrar frá brotsteigarmarkinum, tá hann smekkaði til. Bólturin sat í meskunum handan Gunnar á Steig.

65 Tað hava verið fáir møguleikar í Klaksvík seinastu minuttirnar. B36 hevur flutt liðið nakrar metrar aftur á vøllin, men KÍ hevur ikki dugað serliga væl at gagnnýtt tað støðuna. Aleksandar Djordjevic, venjari hjá KÍ, hevur framt eina útskifting. Henry Heinesen er farin út, og Johan Jacobsen er komin inn.

55 B36 hevur verið við yvirlutan síðani leiðslumálið. Klaksvíkingar hava als ikki svarað aftur.

50 MÁL! Jákup á Borg hevur lagt B36 á odda. Tað var eftir tilvildarligt uppspæl, at framherjin fekk bóltin. Hann smekkaði til úr 20 metrum, og bólturin sat í handara síðunetið. Eitt flott mál.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

45 Hálvleikur. Framvegis einki mál komið í Klaksvík. Liðini løgdu bragdliga fyri, men dysturin dovnaði skjótt, og tað hevur ikki verið serliga undirhaldandi. Hvørki KÍ ella B36 hava spent álopsbogan, men spæla sera varisliga.

45 Fleiri møguleikar nú. Lukasz Cieslewicz hevur verið eyðsýndur hjá B36. Hjalgrím Elttør royndi seg við beinleiðis frísparki nú, men Meinhardt Joensen vardi fyri og helt fast um bóltin. Vanliga leiktíðin er farin.

38 B36 hevur framt sína fyrstu útskifting. Ingi Højsted er farin av vøllinum við skaða. John Hansen hevur loyst hann av sum miðvallari.

28 Hvørki av liðunum hava dirvið at spenna álopsbogan. Úrslitið er, at dysturin er lítið undirhaldandi og tað er sjáldan ferð á bóltinum.

20 Spælið dovnaði nú eina løtu. Bæði liðini hava havt lítið hugflog seinastu minuttirnar, og spælið hevur verið rótut.

10 Í løtum er nógvur vindur í Klaksvík. Besta dømið var, tá Jákup á Borg skuldi taka hornaspark, og linjuverjin noyddist at halda bóltinum, so hann ikki fór við vindinum.

7 KÍ og B36 hava havt sínar møguleikar. Klaksvíkingar vóru nær við at leggja seg á odda, tá Hjalgrím Elttør, KÍ, royndi seg við beinleiðis frísparki. Tveir minuttir seinni hevði Jákup á Borg, B36, runnið seg í góða støðu. Hann var staddur í brotsteiginum, tá hann royndi seg, men Gunnar á Steig, sum verjir málið hjá KÍ, tveitti seg fyri bóltin.

1 Dysturin er byrjaður. Líkindini at spæla fótbólt eru góð. Tað er eitt sindur av vindi, men ikki soleiðis, at tað darvar spælinum stórvegis. Annars er turt.

 

KÍ: Gunnar á Steig ? Álvur Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar á Lakjuni, Rudolf Eliasen ? Kristoffur Jakobsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen, Nenad Stankovic, Henry Heinesen (Johan Jacobsen) ? Filip Djordjevic

B36: Meinhardt Joensen ? Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen ? Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Ingi Højsted (John Hansen), Heini í Skorini ? Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

 

Undan dystinum: Víkingur vann seg upp á oddasessin í gjár. Næstu liðini í røðini, undan dystinum í dag, eru B36 og KÍ. Høgni Eysturoy, B36, sum hevur røkt uppgávuna sum vongverji í høgru, sigur við heimasíðuna hjá B36, at hvítklæddu havnarmenninir eru fyrireikaður at spæla á graslíkinum í Klaksvík, sum ofta tekur ferðina av spælinum.

- Tað er altíð torført at spæla á teimum svørtu grasteppunum kring landið. Um vøllurin er turrur, ferðast bólturin seint. Bólturin er sjáldan á jørðini, men mest uppi í luftini. Tað eru vit fyrireikaðir uppá, sigur hann.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

HB ? EB/Streymur 3-2 (2-0)

1-0: Fróði Benjaminsen, brts., 3.

2-0: Marni Djurhuus, sjálvmál

2-1: Egil á Bø

3-1: Rói Danielsen

3-2: Gert Hansen

 

93 Dysturin er liðugur. EB/Streymur trýsti seinastu løtuna. HB hevði einstakar møguleikar eftir snarálop. Sundalagsmenn vóru meira á dystinum í seinna umfarinum, men HB tók av sínum málmøguleikanum og vann 3-2, hóast gestirnir vóru meira á bóltinum.

84 MÁL! Gert Hansen hevur minkað um munin. Hann stóð væl fyri í brotsteiginum, tá hann flúktaði bóltin fram við Heðin Stenberg. EB/Streymur trýstir nú.

70 MÁL! EB/Streymur hevur havt leikliga yvirvág í Gundadali, men HB hevur økt um leiðsluna. Kári Nielsen tók fríspark av miðvøllinum. Bólturin ferðaðist millum vinir og fíggindar, Rói Danielsen fekk høvdið á bóltin, og leðurkúlan fór í málið. Nú stevnir HB móti sigrinum.

53 MÁL! EB/Streymur hevur svarað aftur í Gundadali. Verjukempan Egil á Bø var farin fram við, tá hann smekkaði til úr 20 metrum. Bólturin fór upp í málhornið.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

45 Hálvleikur. HB er á odda við tveimum málum og stevnir móti sigrinum. Sundalagsmenn smæðist hinvegin ikki burtur og hava søkt at málinum hjá HB. Heimaliðið hevur gagnnýtt sínar møguleikar, og tað hevur EB/Streymur ikki. Tað er munurin higartil. Arnbjørn Hansen hitar upp í hálvleikinum, og tað gevur ábendingar um, at framherjin verður innskiftur í seinna hálvleiki.

38 MÁL! Hendrik Rubeksen, sum loysir av leikbannaða Jón Krosslá Poulsen sum framherji, fór til baklinjuna í høgru, sendi inn fyri málið, har Marni Djurhuus stýrdi bóltinum í egi mál. EB/Streymur trýstir nú.

30 Liðini spæla við fríari teymum nú. EB/Streymur hevur havt eitt skot á tvørtræið, og HB hevur havt rakt stongina. Nú er meira ferð komið á spælið.

10 Málið hjá HB hevur ikki sett stórvegis ferð á sundalagsmenn. Liðini tykjast varin, og tað hevur eingin upplagdur málmøguleiki verið.

3 MÁL! Gert Hansen, EB/Streymur, rendi Fróða Benjaminsen um koll í brotsteiginum. Benjaminsen tók sær sjálvur av brotssparkinum. Hann var tryggur úr ellivu metrum.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum: HB hevur tørv á trimum stigum seinnapartin. Verandi føroyameistararnir hava mist nógv stig fyrstu fimm landskappingardystirnar. Fáa teir reyðu og svørtu ikki fult í dag, missa teir sambandið við ovastu liðini fyribils. EB/Streymur vann 3-0 við Løkin í Runavík mikudagin. Tá vunnu sundalagsmenn seg í hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Jón Krosslá Poulsen er leikbannaður, og Hendrik Rubeksen er framherji í dag. Arnbjørn Hansen og Bárður Olsen, sum hava sitið uttan fyri vegna skaða seinastu vikurnar, eru á beinkinum í dag. Daniel Udsen er ikki í hópinum hjá EB/Streymi.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

ÍF ? B71 1-2 (0-1)

0-1: Thomas Hans Rubeksen, brts.

0-2: Tijani Mohammed

1-2: Chris Muomaife

 

94 Dysturin er liðugur! B71 hevur vunnið fyrstu stigini í hesum kappingarárinum. Sandoyingar vardu væl seinastu løtuna, og trý kærkomin stig eru komin í skjáttuna. Tað er púra óvæntað, at sandoyingar fáa fult í Fuglafirði. Fuglfirðingar eru sera vónbrotnir av úrslitinum í dag.

92 ÍF trýstir nú. Fuglfirðingar royna seg, men tað eydnast ikki at fáa mál. Sandoyingar hava gjørt manngarð á brotsteigarleiðini.

90 Vanliga leiktíðin er farin. Nú verja sandoyingar borg. Fýra minuttir eru lagdir afturat.

86 MÁL! ÍF hevur svarað aftur beinanvegin. Dánjal á Lakjuni slapp til baklinjuna í høgru, sendi innfyri, og Chris Moumaife stýrdi bóltinum í málið við høvdinum. Nú trýstir heimaliðið.

84 MÁL! B71 stevnir móti sigrinum! Sandoyingar hava verið vandamiklir í sínum snarálopum. Nú hevur Tijani Mohammed økt um leiðsluna!

80 Fuglfirðingar høvdu eina frísparkssroynd fyri løtu síðani, sum fór beint fram við málinum.

73 ÍF trýstir framvegis, men fuglfirðingar søkja sjáldan at málinum hjá B71.

58 Tað hevur verið meira bit í álopsspælinum hjá fuglfirðingum eftir steðgin. Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, framdi tvær útskiftingar í hálvleikinum. ÍF er meira á bóltinum, men tað hevur framvegis ikki eydnast heimaliðnum at sett Símin Rógva Hansen, sum verjir málið hjá B71, undir stórvegis trýst.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

45 Hálvleikur. Sandoyingar eru verjukendir, og tað hevur eydnast teimum at brotið niður spælið hjá fuglfirðingum, sum hava verið meira á bóltinum í fyrra umfarinum. Dánjal á Lakjuni hevur havt tveir upplagdar málmøguleikar, men hann tók ikki av.

30 Fuglfirðingar hava verið meira á bóltinum seinastu løtuna. Sandoyingar dúva upp á skjótálop, men bíta ikki stórvegis frá sær í framrættaða spælinum.

13 MÁL! B71 er heldur óvæntað á odda í Fuglafirði. Thomas Hans Rubeksen fekk møguleikan úr ellivu metrum, tá dómarin dømdi brotsspark. Miðvallarin var tryggur og legði sandoyingar á odda.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum: B71 hevur snøgt sagt ikki prógvað higartil, at liðið hevur uppiborið pláss í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Verjumúruin er rapaður, og sandoyingar hava latið eina rúgvu av málum ígjøgnum. ÍF, sum hevur vunnið tveir dystir upp í slag, er stórfavorittur at vinna í Fuglafirði í dag.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

 

NSÍ ? 07 Vestur 9-0 (3-0)

1-0: Klæmint Olsen

2-0: Christian Høgni Jacobsen

3-0: Klæmint Olsen

4-0: Klæmint Olsen

5-0: Christian Høgni Jacobsen

6-0: Einar Hansen

7-0: Einar Hansen

8-0: Jens Joensen

9-0: Jann Martin Mortensen

 

93 NSÍ vann knúsandi stórsigur í dag. 9-0 var úrslitið við Løkin í dag. Úrslitið talar fyri seg.

85 MÁL! Munurin bara økist. NSÍ er nú á odda 9-0. Jann Martin Mortensen kom eisini á máltalvuna.

75 MÁL! Nú er 8-0 við Løkin í Runavík. Verjuspælarin Jens Joensen skoraði.

70 MÁL! Nú er 7-0 í Runavík. Spurningurin er bara, hvussu stórur sigurin verður. 07 Vestur roynir bara at avmarka tapið. Einar Hansen var málskjútti.

56 MÁL! Nú er 6-0 í Runavík! Einar T. Hansen hevur økt um leiðsluna við beinleiðis frísparki.

49 MÁL! NSÍ eyðmýkir vágamenninar nú. Christian Høgni Jacobsen hevur skorað til 5-0.

47 MÁL! Klæmint Olsen er nú trífaldur málskjútti. Nú er 4-0 í Runavík.

46 Seinni hálvleikur er byrjaður.

 

45 Hálvleikur. NSÍ hevur havt fult tamarhald á dystinum higartil, og tað er uppiborið, at runavíkingar eru á odda við trimum málum. Dysturin við Løkin tykist avgjørdur, tí tað er einki, sum bendir á, at vágamenn fara at bíta frá sær eftir steðgin.

23 MÁL! Klæmint Olsen er nú tvífaldur málskjútti. Hann var einsamallur móti málverjanum, tá hann skoraði. NSÍ tykist hava fult tamarhald á støðuni.

18 MÁL! Christian Høgni Jacobsen hevur økt um leiðsluna. Framherjin var einsamallur móti málverjanum, sneiddi hann av og rullaði bóltin í málið.

4 MÁL! Klæmint Olsen hevur lagt NSÍ á odda. Einar Hansen royndi seg við beinleiðis frísparki, stutt frá brotsteigarmarkinum. Hann smekkaði til, Bárður Johannesen vardi fyri, men Klæmint Olsen var fyrstur á bóltinum og legði runavíkingar á odda.

1 Dysturin er byrjaður.

 

Undan dystinum: 37 ára gamli Bárður Johannesen skal fyri fyrstu ferð verja málið hjá 07 Vestur, tá uppflytararnir vitja við Løkin í Runavík í dag. Hann loysir av Hans Jørgensen, sum er skaddur. Vágamenn vístu síðsta vikuskiftið, at teir kunnu standa seg móti teimum bestu á útivølli. Teir fóru til hús við einum stigi í skjáttuni eftir vitjanin í Norðagøtu. NSÍ hevur skavað sær 10 stig saman fyrstu fimm landskappingardystirnar. 07 Vestur hevur tvey stig og skal hava umleið 24 stig fyri at røkka málinum, sum er at varðveita sætið í deildini.

 

------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------